Átjan fyritøkur hava nú fingið útbjóðingartilfar

Mánadagin 7. mars kundu fyritøkur, sum vilja byggja høllina við Landavegin, fáa rúgvusmikla útbjóðingartilfarið frá Kontrast. Uttan at nevna nøvn, so eru flestu stóru fyritøkurnar í Føroyum millum tær átjan, og so hava nakrar útlendskar fyritøkur eisini fingið útbjóðingartilfar. Fyritøkurnar hava nú fýra vikur at koma við einum tilboðið, sum tær vilja byggja høllina fyri. Mánadagin 4. apríl klokkan ellivu verða áhugaverdu brævbjálvarnir lættnir upp. Nú kundi tú spurt, um beinanvegin verður farið at byggja høllina. Nakrar samráðingar skulu fyrst við fyritøkuna, sum skal byggja høllina, men enn eru tvey mál at fáa frá hondini, áðrenn høllin kann byggjast. Ein sáttmáli skal skrivast við Tórshavnar kommunu, men hetta skuldi verið skjótt at avgreitt. Endaligt byggjuloyvi fingu vit í seinastu viku, men enn er mvg-málið ikki avgreitt. Málið var til fyrstu viðgerð í tinginum beint fyri jól, men hví málið er strandað í fíggjarnevndini, vita vit ikki. Hallarbólkurin hevur vent sær til fíggjamálaráðið um málið, og vóna vit at frætta fyrsta dagin. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s