Nú kanna og velja vit litirnar í høllini við Landavegin

Her er eitt uppskot til litir í høllini, men litirnir eru ikki endaligir valdir. Á tekningini er litur ikki settir á veggin, sum er avgerandi fyri samanspælið millum litirnar.

Nógv er at taka støðu til viðvíkjandi høllini við Landavegin. Mánadagin 7. mars fáa fyritøkurnar, sum vil byggja høllina, útbjóðingartilfar. Roknað verður við, at einar tólv, fjúrtan fyritøkur koma at biðja um útbjóðingartilfar.  Mánadagin 4. apríl klokkan ellivu fáa vit at vita, hvussu nógv kostar at byggja høllina. Gjørt er av, at trægólv eins og í Vestmanna skal leggjast á gólvið í sjálvari høllini, meðan linoliumgólv ella annað slitsterkt tilfar skal leggjast á í skothøllina, sum er høll við fullari breidd men  bara fimm metrar út um tríggjarmeturlinjuna. Har kanst tú venja skotvenjingar og spæl til eitt mál. Í løtuni spæla vit okkum við, hvussu litirnir skulu vera í høllini. Málini verða sjálvandi hvít og blá, sum vit sóu herfyri í HM-kappingini í Svøríki, og áskoðarastólarnir í báðum síðum bláir við reyðum stólum á útskiftingsplássunum. Ætlanin er, at høllin skal merkjast heit og hugnalig, tá ið tú trínur í høllina. (Vagnur)

One thought on “Nú kanna og velja vit litirnar í høllini við Landavegin

  1. hatta sær gott út, haldið tit tykkum bara til teir bláu litirnir — blátt er altíð flott 🙂

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s