Bára Berghamar Danielsen: Gleði meg at sleppa í gongd aftur

Tú sært trý merki, har kikarin og amboð fóru í knæið hjá Báru og so sjálvan skurðin.

Tann 2. Januar 2010 fekk Bára álvarsligan skaða í annað knæið. Í einum unglingadysti ímóti VB var hon so óheppin at slíta krossband, ein dagur hon seint kemur at gloyma. Tá ið hon hugsar aftur á dagin, minnist hon enn, hvussu ring pínan var. Heimasíðan hevur fingið prát við ungu neistagentuna Báru Berghamar Danielsen.

Bára skal nokk koma fyri seg aftur.

Hon skuldi nú venja seg við tankan um at ikki sleppa at spæla hondbólt í hálvt annað ár, og at hon skuldi undir eina skurðviðgerð. Hetta var ikki lætt fyri frísku og lívsglaðu Báru. Ellivu mánaðir seinri, tann 16. desember 2010, skuldi hon undir skurð. Hon var ongantíð skurðviðgjørd áður, og hetta var tí ørkymlandi fyri ungu havnargentuna.

Hon var sera bangini at fara í fulla narkosu, men skurðviðgerðin gekk sum ætlað. “Tað var ikki so hugaligt at vakna aftur, tí eg hevði nógva pínu, men eg fekk pínustillandi, so tað lagaði seg”. Bára hevur bara rósandi orð at bera læknum og heilsurøktarfrøðingum á Landssjúkrahúsinum. Tey vóru bæði dugnalig og blíð.

Bára hevur gingið til fysioterapi tvær til tríggjar ferðir um vikuna síðan skurðviðgerðina. Hon roynir at ganga túrar, men tað hevur verið rættiliga strævið ikki at sleppa at gera tað stóra kropsliga. Hon er annars von at vera sera virkin bæði í kappróðri og hondbólti. Hon gleðir seg sera nógv at sleppa at renna langar túrar og at venja aftur saman við vinkonunum.

Bára er enn sjúkrameldað, og tá vit spyrja hana, hvat hon hevur nýtt frítiðina til, sigur hon seg hava hugna sær saman við familju og vinfólki. “Tíðin hevur gingið ótrúliga skjótt, so tað er bara super.” sigur hon. Vónandi verður Bára skjótt aftur at síggja “fit for fight” í bláa neistabúnanum. (Páll Horn)

One thought on “Bára Berghamar Danielsen: Gleði meg at sleppa í gongd aftur

  1. Raska og positiva Bára, blív við at kempa, so verður tú skjótt at síggja aftur í høllini. Klemm

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s