Málverjin Jacob Larsen er lætnaður 60 kilo

Bróðurin og Jacob við FM-steypinum í 2009. Tá vigaði Jacob 176 kilo.

Heimasíðan hevur fingið prát við danska málverjan Jacob Larsen, sum vardi málið hjá Neistanum kappingarárið  2007-2008 og eftir jól í 2009. 

Nú er Jacob 60 kilo lættari.

Jacob dámdi sera væl í Føroyum. Hann sigur, at hann bleiv sera væl móttikin av felagnum og viðhaldsfólki hjá Neistanum.

Tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um føroyska støðið, sigur hann, at hann bleiv jaliga yviraskaður. Støðið var hægri, enn tað hann var vanur við úr Danmark, og honum dámdi væl tað avbjóðingina. Eitt sum hann skjótt legði merki til var, at í Føroyum var tað loyvt at spæla nógv harðari enn i Danmark. Størsta løtan hjá honum var, tá ið hann vann FM í 2009. Hetta var ein stór løta fyri meg perónligt  og  verður hetta nakað sum eg aldrin fari at gloyma.

Í dag arbeiður Jacob sum hjálparfólk í einum fritíðarskúla, og í vikuskiftinum arbeiður hann á einum heimi fyri ung við menningartarni millum 18-25 ár. Hann spælir við liðnum Eskilstrup HK, sum liggja væl fyri í 4. deild, og teir rokna við at flyta upp í donsku 3. deild.

Sum vit minnast Jacob her heima, var hann ein vælbygdur maður, og tað var kanska eisini ein av hansara stóru styrkjum. Tá ið hann spældi við Neistanum, vigaði hann heili 176 kg, men í dag er Jacob komin heilt niður á 116 kg. Hann hevur fingið eina sokallaða gastric bypass operatión, og so hevur hann skift matvanar, og so er hann vorðin ein títtur gestur á lokala fitness centrinum. Hettar er hann sera fegin um.

Jacob fylgir enn væl við, hvussu tað gongur hjá neistamonnum, og hann vónar, at vit klára at endurvinna greipuna frá í fjør. Hann letur heilsa vinum og kenningum í Føroyum. (Páll Horn)

One thought on “Málverjin Jacob Larsen er lætnaður 60 kilo

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s