Vestmennagentur vunnu bronsu í steypakappingini

VÍF genturnar avmyndaðar eftir bronsusigurin. St.f.v: Marita Atladóttir, Randi Virgarsdóttir, Haldis Johansen, Linda Joensen, Sølva Nielsen, Guðrið Poulsen, Steinbjarta Marnersdóttir, Christina í Dávastovu og Niels Andreasen, venjari. Húkandi f.v: Vár Rógvadóttir, Beinta Poulsen, Bára Kjærbæk, Eilen Hansen, Súna Nielsen, Annika Patti og Jutta Nielsen

Seinasta leygardag spældu gentur 17 ár hálvfinalurnar í Gundadalshøllini. Fyrst spældu Neistin og Stjørnan, har Neistin vann 27-15, síðani spældu Kyndil og VÍF, har Kyndil vann 23-14. Tað vil siga, at Kyndil og Neistin spæla steypafinaluna sunnudagin. Dystur var eisini um triðjaplássið og harvið bronsuna millum VÍF og Stjørnuna, og bronsudystin vann VÍF 8-7. Stórur aldursmunur er í G17 bólkinum, og genturnar kunnu spæla trý ár í hesum bólki. Vit ringdu til nýggja formannin í VÍF, Áka Olsen, og spurdi hann, hvussu støðan er við gentu- og kvinnuhondbóltinum í Vestmanna.

Besta kvinnuliðið hjá VÍF kom seinasta kappingarár úr 1. deild í Sunset-deildina. Tað byrjaði ikki so væl, men sum kappingin leið, mentist liðið og otaði seg upp eftir stigatalvuni. Liðið varð mannað við fleiri ungum spælarum og fáum royndum spælarum. Tú roknaði við, at tá ið gekk so væl seinasta kappingarár, og VÍF kvinnurnar gjørdust eitt eldri, fór liðið veruliga at bíta frá sær í vetur. Men so er ikki, heldur er liðið viknað frá seinasta kappingarári, har liðið millum annað var í steypafinaluni. Tað hevur sína orsøk, sigur formaðurin í VÍF Áki Olsen.

– Trupulleikin í Vestmanna er eins og aðrastaðni í landinum, at tá ið gentur eru lidnar í miðnámsskúla, so byrjar nýggj tíð. Summar gentur fara at fjakka, og aðrar fara víðari í skúla. VÍF liðið misti tríggjar spælarar úr besta endanum frá seinasta kappingarári, og hetta tolir liðið ikki væl. kvinnurnar, sum spæla á besta liðnum og í gentum 17 ár eru góðir árgangir, men tú hevur ikki nakra trygd, at tær halda fram at spæla, sigur Áki.

Hyggja vit í hagtølini sæst, at og dreingirnir og menninir í Vestmanna hava staðið seg betur enn genturnar og kvinnurnar. Vit mugu tó nevna, at vestmannakvinnur i vetur hava vunnið U20 deildina, og tær vunnu allar sínar dystir. VÍF, StÍF og Neistin eru í deildini, har flestu kvinnurna eisini spæla á besta liðnum hjá felagnum. Hevur Áki boð um, hví menninir og dreingirnir í Vestmanna mangan standa seg betur enn genturnar og kvinnurnar.

– Kvinnurnar og genturnar í Vestmanna hava eins góðar venjingarumstøður og menninir. Alt stendur og fellur við at útvega venjarar, og hevur felagið góðar venjarar at venja genturnar og onnur fólk, sum hjúkla um tær, so fært tú góðar ársgangir við góðum spælarum. Genturnar í G17 bólkinum og á besta kvinnuliðnum er dømi um hetta. Men so aftur til stóru frágongdina av ungum gentum. Einar fimm gentur á besta liðnum verða í summar lidnar við miðnámskúlan, og so er spurningurin, hvar leiðin hjá teimum gongur, sigur Áki í stuttari viðmerking til myndina omanfyri. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s