Gentur 12 ár hjá Neistanum eru komnar í steypafinaluna

Neistin gentur 12 ár. Aftast f.v: Elisa, Gudrun, Lý, Gunnfríð, Katarina og Annika. Fremst f.v: Mildrið, venjari, Rannvá, Valborg, Drós, Sólvá, Sára og Fríða. (Mynd Inga Dahl)

Fleiri lið hjá Neistanum eru komin í steypafinaluna. Eitt av liðunum er gentur 12 ár, sum í dag spældi semifinaluumfar í Klaksvík. Inga Dahl var í Klaksvík og hevur sent okkum niðanfyri frágreiðing og mynd. Seinni fáa vit at vita, hvørji ungdómsliðini eru, sum næsta sunnudag spæla steypafinalurnar. Bara tað at spæla seg í steypafinaluna er ein heiður, og steypafinaludagurin er serligur. Spennandi dystir, nógvir áskoðarar og gott lag í høllini á Hálsi sunnudagin 13. februar. (Vagnur)

Gentur 12 ár komnar í steypafinaluna

G12 hjá Neistanum hava spælt semifinaluumfar í Klaksvík í dag. Í tí eina bólkinum vóru Neistin b, Stjørnan og Sóljan. Hjá Neistanum gjørdist Stjørnan ov torførar at spæla ímóti. Úrslitið var, at Stjørnan vann 4-7. Seinni dysturin móti Sóljuni gekst nógv betur. Tá vann Neistin 8-6. Í bólkinum komu Stjørnan og Neistin víðari í semifinaluna. 

Í hinum bólkinum vóru Kyndil, Víf og StíF. Dysturin millum Kyndil og Stíf endaði við, at Kyndil tapti 6-8. Síðan spældu Kyndil og Víf javnt. Tað var tí lagt upp til ein avgerandi dyst millum StíF og Víf. Um Víf vann ella spældi javnt, vóru tær víðari, samstundis sum Kyndil hevði rokið út. Men so var ikki. StíF vann 3-1 ímóti Víf. Úrslitið gjørdist, at StíF og Kyndil komu víðari, sum ávikavist nr 1 og 2. 

Semifinalurnar vóru millum Neistan og StíF. Hesin dysturin endaði til fyrimuns fyri Neistan. Tær vunnu 6-3. Seinni dysturin var millum Stjørnuna og Kyndil. Kyndil vann 8-6. Finalan verður tí millum Neistan og Kyndil. Tað verður sunnudagin tann 13.02.2011 í Høllini á Hálsi. (Inga Dahl)

3 thoughts on “Gentur 12 ár hjá Neistanum eru komnar í steypafinaluna

  1. Til lukku tit ungu rasku gentur, tit eru óførar 😉
    Stuttligt verður at fylgja tykkum í finaluni, koyrið á 🙂

    Like

  2. Tillukku við tí, raskar eru tit,vónandi fer tað at gangast tykkum eins væl og í fjør. Minnist meg rætt, vunnu tit steypakappingina gentur10 ár. Góða eydnu næsta sunnudag 🙂

    Like

  3. Sera sera flott av tykkum. Neistin hevur fleiri lið við í steypafinalunum, og tað verður sera spennandi sunnudagin. D10, D17, G12, G14, G17 – sum eg veit um. Vit eru fleiri, sum fara niðan at hyggja at tykkum og “heppa”. Góða eydnu til tykkum øll. Við Neista kvøðu 😉

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s