Góð mynd frá væleydnaðum U8 tiltaki á Eiði, har 200 børn spældu hondbólt

Fimm gentur úr Vestmanna, Áki Olsen, venjari, og Gunnar Skúvadal. (Mynd HSF)

Altíð stuttligt at hyggja at myndum frá ymsum ítróttatiltøkum. HSF skipaði seinasta leygardag fyri væl eydnaðum U8 tiltaki á Eiði, har 200 børn hugnaðu sær við hondbóltinum. Fólk vóru samd um, at eini trý, fýra tiltøk av slíkum slagi kundu fyriskipast um árið. Havi valt eina mynd burtur úr nógvum góðum myndnum á heimasíðuni hjá HSF. Vit síggjar fimm gentur úr Vestmanna lurta eftir venjaranum Áka Olsen, og fjølmiðlarmaðurin Gunnar Skúvadal tekur livandi myndir av gentunum. Tríggjar gentur lurta eftir taktiska upplegginum frá Áka, meðan tvær gentur hava lagt til merkis, at myndamaður nærkast bólkinum. Genturnar verða avmyndaðar av tveimum myndamonnum. Eingin ivi um, at Áki og Gunnar óivað eiga hvør sína VÍF gentu, í hvussu er Gunnar, annars hevði hann ikki verið í Eiði henda dagin. Men gott tað sama, frálík mynd av ungum gentum, venjara og pápa. Fleiri góðar myndir eru at síggja frá U8 tiltakinum á heimasíðuni hjá HSF. Eingin ivi um, at vit seinni síggja hesi andlitini aftur á liðum hjá VÍF. (Vagnur)

One thought on “Góð mynd frá væleydnaðum U8 tiltaki á Eiði, har 200 børn spældu hondbólt

  1. Áki eigur ikki minni enn tvær av gentunum, nevniliga tvíburðar. So sigast má, at Olsen familjan úr Vestmanna fjølgar um hondbóltin…

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s