Finnur Hansson keypt “heitan pott” úr Florida

Ingi, Carl Herup, Ári, Jákup, Heini, Finnur og Rósing hugna sær í pottinum. (Mynd Eirikur)

 

Nakrir av eldru monnunum vóru ikki við í Miðvági, teir hava kanska "vatnskrekk". (MYnd Eirikur)

Finnur Hansson, sum er úr Hafnafirði, hevur altíð ynskt sær eitt uttandura gosbað, uttandura “heitan pott”, sum íslendingar siga. Í Íslandi er vanligt við uttandura heitum pottum, men har kostar streymurin bara triðing av streymkostnaðinum í Føroyum, og í Íslandi er nóg mikið av heitum vatni. Vit hava spurt Finn Hansson, hvussu hann fekk fatur í 1600 litra stóra pottinum, sum kemur heilt úr Florida.

– Líka síðani eg kom til Føroya, havi eg ynskt mær uttandura bað. Fyri tveimum árum síðani fekk eg yvirtalað konuna at keypa heitan pott úr Florida, men tað skuldi ganga tvey ár fáa hann til Føroya. 31. desembur í fjør varð potturin tikin í brúk, og vit brúka hann dagliga og eru fegin um “heita pottin”. Hitin í pottininum er 40 stig, er ekstra stórur og tekur 1600 litrar av vatni. Potturin er bjálvaður við loki, so hiti er altíð í pottinum.

– Tað er frálíkt at koma frá arbeiði ella frá venjing og fara í pottin og nulstilla kroppin, ja, at hvíla seg. Potturin kostaði upprunaliga 90.000 krónur, men vit fingu hann fyri 60.000 krónur. Umleið 700 krónur um mánaðin kostar at halda pottin heitan. Nógvir slíkir heitir pottar eru í Íslandi, men sum omanfyri sagt, kostar streymurin bara ein triðing av streymgjaldinum í Íslandi. Er kavi, so rulla vit okkum fyrst í kavanum, áðrenn vit fara í heita pottin. Hetta er bara so ótrúliga gott.

– Seinasta leygardag vóru neistamenn í Miðvági og vitjaðu Finn og royndi heita pottin. Og menn vóru ótrúliga væl nøgdir bæði við blíðskapin og heita pottin. Nú er alt so nýtt, vit fara í pottin dagliga og eru ógvuliga fegin, at vit fingu keypt pottin longu leiðina úr Florida, sigur Finnur. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s