Úr myndasavninum – Myndin er frá 1988, og tvær gentur spæla í bestu deildini.

Neistagentur 1988: St.f.v: Hansina Clementsen, Annika Magnussen, Elin í Stórustovu, Arnbjørg Danielsen, Lilja Axelsdóttir, Katrin á Neystabø og Susan Brockie. Miðraðið f.v: Randi Kragesteen Petersen, Birita Wardum, Elsa Bech, Marita Mohr Hermansen, Beinta Lamhauge, Vanja í Stórustovu og Rósmari Hellisdal. Fremst f.v: Anna Louisa Jacobsen, Ragnheiður Bogadóttir, Frida Mouritsen, Jastrid McGavin Haldansen, Irdi í Hoyvík, Elsa Wraae og Ulla Timmarmann. (Mynd Vagnur)

Kom ein dagin fram á áhugaverda mynd av gentuliði frá 1988. Ikki er torført at kenna aftur andlitini, men verri er við nøvnunm. Men við hjálp frá Biritu, sum er á myndini, hava vit næstan fingið øll nøvnini. Birita Wardum og Katrin á Neystabø spæla á besta liði Neistans, og Susan Brockie og Marita Mohr Hermansen spældi einaferð á besta liðnum, men nógvar av gentunum góvust tíðliga at spæla hondbólt. Stórur frágangur er av spælarum um fjúrtan, fimtan ára aldur. Tá fáa spælarar áhuga fyri øðrum, sum lívið hevur at bjóða. Skúli, tónleikur, kærleiki, eftirskúli og annar ítróttur. Hetta er ikki bara galdandi í Føroyum, men eisini í øðrum londum. Hóast hetta, er altíð stuttligt at síggja andlit aftur, sum einaferð hava spælt hondbólt í Neistanum. Vit vantaðu eitt navn, og nú er gátan loyst. Gentan í miðraðnum uttast til vinstru, sum býr í Danmark, eitur Randi Kragesteen Petersen og er systirdóttir Jón Kragesteen. Gentan búði um hetta mundið í Føroyum í eitt ár. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s