Tey velja nú bestu hondbóltsspælarar í Íslandi nakrantíð

 

Axel var fyrikomandi og góður neistavenjari. (Mynd Vagnur)

Sendingar um kendar íslendskar hondbóltsspælarar eru nú at síggja í sjónvarpi í Íslandi. Og íslendingar skulu velja bestu hondbóltsspælarar nakrantíð á øllum plássum. Besta vinstravong, vinstrabak o.s.f. Axel Axelsson, sum vandi neistamenn og neistakvinnur kappingarárini 1988/1989 og 1989/1990,  er ein trimum spælarum, sum tú kanst velja til besta vinstrabak í Íslandi nakrantíð. Føroyingar kunnu eisini atkvøða.

Stutt eftir ólavsøku í 1988 kom kendi íslendingurin Axel Axelsson, konan Kristbjørg Magnusdóttir og dóttirin til Føroya. Axel kom venja neistamenn og neistakvinnur. Axel er og var kent íslendskt hondbóltsandlit, tí hann var ein av fyrstu íslendingum, sum gjørdist yrkisspælari uttanlands. Axel spældi í nógv ár í Týsklandi og var ein at stuðlunum á íslendska landsliðnum. Axel var bara venjari, meðan Kristbjørg spældi seinna árið. Gamaní, Axel kundi havt spælt, tí hann plagdi undir venjing at vísa síni evni, men hann hevði nú so vánalig knø. Íslendska húskið var í Føroyum í tvey ár. Sum vit skilja, búgva tey framvegis í Mosfeltsbæ, býur stutt uttanfyri Reykjavík.

Fyrst fert tú inn á heimasíðuna www.ruv.is trýstur á ítrótt og síðani “Strákarnar okkar”. Har fært tú nærri at vita um sendingarnar og atkvøðugreiðsluna. Tríggjar sendingar eru higartil sýndar av kendum íslendskum hondbóltsspælarum. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s