Úr myndaskjáttuni 2 – Sandavágs kirkja hevur serligt pláss í sál míni

Sandavágs kirkja varð vígd 29. apríl 1917. (Mynd Vagnur)
Sólarris á Havnarvág.

Hvørja ferð tú koyrir gjøgnum Sandavág og sært vøkru Sandavágs kirkju, sveima afturvendandi tankarnir um góðar hondbóltsløtur í bygdini. Serlig er ein hending, sum er ritað rimmar fast í  minni títt, og tað er, tá ið tú sum ungur hondbóltsspælari vart boðin til døgurða á Steig, har spælari búði, sum spældi við SÍF. Umframt at fáa frálíkan døgurða fóru vit í kirkju, áðrenn farið var at spæla hondbólt. Pápi SÍF spælaran bjargaðist, tá ið skonnartin Sólarris fórst undir Íslandi 18. august 1941. Tríggir av manningini bjargaðust á einum flaka, og fimm mans sjólótust.

Í bókini Víkingasynir eftir Jákup Joensen, fyrrverandi próst, er søga at lesa, sum eitur Bjargingarflakin. Hetta er kensluborin lesnaður, tí talan er um skonnartina Sólarris úr Sandavági, sum undir seinna heimsbardaga sigldi við koli úr Onglandi til Føroya og keypti fisk í Íslandi, sum varð seldur í Onglandi. Hetta vóru vandamiklar sjóferðir, og sum vit øll vita, so spurdust nógv skip ikki aftur. Antin vóru tey søkt av týskum kavbáti, høvdu siglt á minu ella vóru søkt av týskum flúgvara.

Sólarris var komin  undir land í Ìslandi tann 18. august 1941, tá ið ræðuligur hvøllur hoyrdist. Sólarris fór eftir lítlari løtu á gronina og sakk. Skipið, sum nú var horvið, hevði siglt á minu ella varð rakt av torpedu. Fimm av manningini sóust ikki aftur, í sjónum svumu tríggir menn, sum við tógvið stríð komu sær á ein flaka. Á flakanum var kalt at sita, men tað ringasta var, at teir høvdu einki til matna og høvdu ógvuliga torført at halda hitanum.

Í slíkari støðu er ógvuliga umráðandi, at tú ikki sovnar, og tann eini maðurin var so illa ílatin, troyttur og kaldur, at hinir báðir høvdu ringt at halda hann vaknan. Sovnaði hann, væntaðu hinir báðir, at hann raknaði ikki við aftur. Maðurin sovnaði tó um náttina og móti degi vaknaði hann. Hann ikki bara vaknaði, hann var sum fiskurin. Støðan var frá byrjan ógvuliga hættislig. Píndir av ræðuligum tosta høvdu teir hug at drekka sjógv, tí einki høvdu teir reint vant at drekka.

Kópur bjargaði monnum

Sigast skal, at teir tríggir menninir sótu 84 tímar á flakanum, áðrenn teir blivu bjargaðir av íslendskum útróðrarmonnum. Men tað var ein kópur, sum amaðist at flakanum, sum fyrst bjargaði monnunum. Teir høvdu tá sitið á flakanum í 54 tímar uttan vátt ella turt. Maðurin, sum sovnaði,  megnaði við brígsli at fáa kópin nærri flakanum. Nú var kópurin komin so nær flakanum, at maðurin rakk hann við árini. Við eitt reistist kópurin av forvitni, og knappliga reiggjaði maðurin árina í høvdið á kópinum og hann lá. Teir fingu kópin á flakan og drukku blóðið. Nú ernaðust teir aftur og kundiu halda fram at rógva nærri landi. Kópurin bjargaði í fyrsta umfari monnunum úr Sandavági, men enn vóru teir í lívsvanda.

Teir vóru nú komnir so mikið nær landi, at teir sóu íslendskar útróðrarmenn seta og draga línu. Eisini sóu teir tvær føroyskar sluppir. Sjálvt um teir veittraðu av øllum alvi, so eydnaðist teimum ikki at fáa samband við føroysku sluppirnar ella við íslendsku útróðrarmenninar. Flakin lá so lágt í sjónum, at hann var ringur at síggja. Motorarnir á sluppunum og maskinbátunum gjørdu eisini, at menninir á flakanum ikki hoyrdust. Teir vóru so nær íslendsku útróðrarmonnunum, at teir sóu fiskarnar verða drignar inn um stokkin.

Eftir 84 tímar á flakanum vórður teir loksins bjargaðir av íslendskum útróðrarbáti, og hóskvøldið hin 21. august 1941 klokkan 18 komu teir inn í Djúpavág á Berufirðinum. Teir vóru átta mans við Sólarris, nú vóru teir bara tríggir. Fyrst bjargaðir at drekka blóðið og súgva lýsi úr kópinum, síðani bjargaðir av íslendskum útróðrarmonnum.

Sandavágs kirkja

Tankarnir leita nú aftur til Sandavágs seinast í 60-árunum. Neistaunglingar eru komnir til Sandavágs at spæla hondbólt. Við SÍF húsið eru allir SÍF spælararnir møttir, tí teir skulu taka hvønn sín neistaspælara við til húsa. Tú fórst við dreingi niðan á Steig, har tú vart ógvuliga væl móttikin av mammuni og pápanum. Tá visti tú, at maðurin í húsinum var ein av teimum trimum, sum bjargaðust á áðurnevnda flaka undir Ìslandi í 1941. Sjálvandi má hendingin hava sett síni spor, tá ið fimm av monnunum umborð á Sólarris sjólótust.

Mín fyrsta hondbóltsferð til Sandavágs var serlig, tú komst fyrstu ferð í vøkru Sandavágs kirkju. Hondbóltsdystirnar í Sandavági spældu vit á grúsvølli, sum var kálkaður á fótbóltsvøllinum. Nógvir áskoðarar sóu dystirnar, og nógv eru minnini góð frá frálíkum hondbóltsferðum til Sandavágs. Sandavágs kirkja, sum varð vígd 29. apríl 1917,  er eisini serlig fyri teg, tí tað var havnarmaðurin Magnus á Kamarinum, sum teknaði kirkjuna. Spákar tú tær oman í Konradsbrekku og sært húsini, sum var barnaheimið hjá teimum í tónleikabólkinum Tey av Kamarinum, so sært tú, at tað er sami maður, sum hevur teknað húsini í Konradsbrekku og teknað Sandavágs kirkju. Tað er tað útskorna, sum prýðir kirkjuna uttan, sum eyðkennir avrikini hjá Magnusi av Kamarinum.

Fyri arbeiðinum við Sandavágs kirkju stóð Jógvan Elias Thomsen, keypmaður í Sandavági. Í arbeiði hevði hann arbeiðsformannin Andreas Joensen úr Kvívík og níggju smiðir úr Sandavági og Miðvági. Brøðurnir í Geil í Havn málaðu kirkjuna, og H.C.W. Tórgarð, timburmeistari og arkitektur úr Havn, hevði eftirlit við arbeiðinum. So her má sigast, at frálíkt samstarv var tá millum Havnina og Sandavág. Tað tók trý ár at byggja Sandavágs kirkju, sum bara er so vøkur at sjá, hvørja ferð tú ert har á leiðini. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s