Neistin – VÍF 31-20 (14-7) Neistamálverjin Bartal Hansen stóð ein “branddyst”

Bartal stóð sín lívsdyst í kvøld. (Mynd Jón)

Neistamálverjin Ári Egason Dam lá heima sjúkur, Finnur Hansson hevði leikbann og aðrir spælarar hálvskaddir. Men breiddin á neistaliðnum sigraði á vestmenningum í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Ungi málverjin Bartal Hansen var bara so góður í kvøld, hann spældi sín lívsdyst, ein branddyst. Málmansvenjarin má vera fegin maður í kvøld. Frálíkt verjuspæl, frálíkt álopsspæl og frálíkt málmansspæl frá neistamonnum. Neistamenn kunnu vera væl nøgdir við liðavrikið í kvøld. Vit stúrdu eitt sindur seinnapartin, tí liðið var skert, men neistamenn stóðu stinnur enn einaferð. Teir spældu ein frálíkan dyst, og ógvuliga hugaligt, at eisini ungu spælararnir slóðu fyri. Tillukku allir samlir. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: David Edvardsen 9, Áki Mørk 6, Sjúrður Thomassen 5, Heini Hanusarson 5, Jákup Apol 2, Jugoslav Djumic 2 Ingi Olsen 1 og Heini Ragnarsson 1

Málskjúttar VÍFs: Áki G. Olsen 4, Rúni Fossdal 4, Jóan Pauli Høgnesen 3, Sámal Joensen 2, Magnus Müller 2, Jákup Suni Andreasen 2, Jákup A. Joensen 2 og Holgar Durhuus 1. Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen

One thought on “Neistin – VÍF 31-20 (14-7) Neistamálverjin Bartal Hansen stóð ein “branddyst”

  1. Bartal hevur undir leiðslu av Boga Henriksen verið í støðugari menning síðan kappingarbyrjan – bæði innanfyri og uttanfyri málstengurnar. Bartal hevur eisini ment seg kropsliga, og serliga er hann vorðin kvikari – hetta sóu vit eisini til landsliðsroyndirnar beint fyri árslok. Bogi hevur ikki einans givið Neistanum miklan hondbóltslærdóm – eisini hevur tann nú aldrandi málmansvenjarin elvt til, at Bartal sum menniskja hevur ment seg til eitt hitt fittasta menniskja í Neistanum.

    Takk fyri

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s