Neistin – Tjaldur 23-31 (14-16) Beinraktu skotini frá serliga Adinu og Simonu var munurin á liðunum

Hóast úrslitið á vøllinum ikki var eftir vild, lá parturin hjá áskoðarunum ikki eftir. (mynd Jón)

Neistakvinnur vóru skerdar til fyrra hálvfinaludystin ímóti Tjaldri í kvøld. Barbara Brauer, sum hevur spælt væl í vetur og skotið nógv mál,  hevði leikbann. Vandin var tí fyri, at neistakvinnur komu at vanta mál ímóti Tjaldri. Og tað var júst tað sum hendi. Neistakvinnur spældi frálíkan fyrra hálvleik, verjan var góð, og tað sá bara gott út í steðginum. Men í seinna hálvleiki vóru tað serliga Adina og Simona hjá Tjaldri, sum við teirra beinraktu skotum útifrá var stóri munurin á liðunum. Tí vann Tjaldur tryggan sigur. Men fólk hava ikki mist vónina at koma í steypafinaluna, tí í seinna dystinum í Runavík eru bæði Barbara Brauer og Nicoleta Rado Hansen í neistahópinum. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 7, Lovisa Andreasen 3, Jacklin Durhuus 3, Elin Holm 2, Katrin á Neystabø 2, Rakul Magnussen 2, Unnur Danielsen 2, Marjun Danberg 1 og Birita Wardum 1

Málskjúttar Tjaldurs: Adina Petrea 12, Simona Petersen 7, Annika Thomsen 4, Heidi Sevdal 2, Sarah Ann Thomsen 2, Cornelia Rimbu 2 og Johanna í Króki 1  Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s