Neistin – VB 30-19 (14-9) Neistakvinna sá reytt, og hinir neistakvinnurnar settu tá “turboina” frá

 

Neistakvinnur kunnu vera sera væl nøgdar við liðavrikið leygardagin (Mynd Álvur)

Tað gekk javnt á fyrstu tjúgu minuttirnar millum neistakvinnur og vágskvinnur. Tá var støðan 9-8 til Neistan. Men so fór Neistin frá VB til hálvleikstøðuna 14-9. Stóra hendingin í seinna hálvleiki hendi í sjeynda minutti, tá Barbara Brauer hjá Neistanum fekk reytt kort. Støðan var tá 17-14 til Neistan, og tú sást fyri tær, at neistakvinnur skuldu stríðast hart, skuldi sigurin í hús.

Men neistakvinnurnar settu tá “turboina” frá í serliga verjuspælinum, og sjáldan hevur tú seg ein so góðan stríðsanda og frálíkt liðavrik í verjuspælinum, sum hesa løtuna. VB kvinnur hildu tørn, og tá ið tíggju minuttir vóru eftir at spæla, var Neistin á odda 21-18, og enn kundi nógv henda. Men enn einaferð settu neistakvinnur frá aðra “turbo”, men hesu ferð í álopsspælinum. Neistakvinnur fóru seinastu tíggju minuttirnar frá støðuni 21-18 til endaligu støðuna 30-19 til Neistan. Stuttligt at síggja slíkt liðavrik bæði í verju og í álopi. Tá ið tað er sagt, so framdu bæði VB spælarar og neistaspælarar nógv mistøk í seinna hálvleiki, men tað vóru neistakvinnur, sum spældu seg fram til nógv flestar málmøguleikar og vunnu tryggan sigur. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Jacklin Durhuus 7, Katrin á Neystabø 5, Barbara Brauer 5, Bára Hansen 4, Birita Wardum 3, Rakul Magnussen 2, Marjun Danberg 2, Lovisa Andreasen 1 og Jenny Kragasteen 1.

Málskjúttar VBs: Gintare Lydekaite 7, Rannvá Johannessen 5, Justina Balzarviciute 2, Bára K. Mortensen 2, Svava Vestergaard 2 og Andrea Nielsen 1.  Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen.

Sunset- deildin

Leygardagin kl. 15.30 Neistin – VB 30-19 (14-9)

Leygardagin kl. 17.00 StÍF – VÍF 21-22

Sunnudagin kl. 15.00  Tjaldur – Kyndil 33-24

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s