Úr myndasavninum – Tær fylla í ár 360 ár og eiga 20 børn

Unglingar Neistans 1989. St.f: Guðrið í Stórustovu, Beinta Thomassen, Siri Ann Lorentzen og Gunnvá Guttesen. Húkandi f.v: Guðrun Patursson, Elida Poulsen, Helga Ellingsgaard, Gunhild Andreasen og Beinta Wardum. (Mynd Vagnur)

Myndin omanfyri er av kvinnuunglingunum hjá Neistanum, sum vunnu FM-heitið 1989. Ungu kvinnurnar spældu saman frá gentum 10 ár og vunnu mangt FM-heitið. Nakrar teirra komu at spæla á besta liði Neistans, meðan aðrar fóru uttanlands í lestrarørindum. Guðrun Patursson er ein av spælarunum og sigur soleiðis:

– Vit vunnu FM-heitið øll árini frá gentum 10 ár og høvdu nógvar minniligar løtur saman. Og tað hava vit enn. Liðið var fleiri ferðir uttanlands og spældi hondbólt. Vit vóru á Bornholm og í Svøríki, og fleiri av kvinnunum vóru við unglingalandsliðnum í Íslandi.

– Okkara frálíku hondbóltsár kunnu ikki nevnast uttan at nevna Sigruna Mikkelsen, sum vandi okkum fyrstu árini, og síðani Hans Holm, sum vandi okkum unglingaárini. Nøkur stuttlig, lærurík og gevandi ár hava vit havt, tað er so púra vist. Og so kann eg leggja aftrat, at vit framvegis eru eins “festligar” og føli okkum ikki eldri, sjálvt um vit skjótt fylla fýrati ár. Ja, vit fylla tilsamans 360 ár í ár og eiga 20 børn. Helga og Gunhild búgva uttanlands, og í løtuni er Guðrið eisini uttanlands, men kemur aftur til Føroya, sigur Guðrun at enda. Stuttligt at finna aftur slíka mynd. (Vagnur)

One thought on “Úr myndasavninum – Tær fylla í ár 360 ár og eiga 20 børn

  1. Ein sera stuttligt og minnirík tíð og eg sigi sum Guðrun, tað er líka festligt enn sjálv um tað ikki er á hondbóltsvøllinum vit hittast longur. Okkara lið “tær yngru” spældu annaðhvørt ár ímóti Guðrun og Co og altíð vóru tað tættir dystir okkara millum, sjálvt um tær eldru sum oftast vóru omaná tá ið dysturin endaði – og tó vit vunnu onkran innanhýsis dyst og tað fall ikki í góða jør, kann eg minnast 🙂
    Deiligt er at síggja, at tey flestu børnini hjá okkum nú eisini eru farin at spæla við Neistanum 🙂

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s