KÍF venjarin Jan Ottosen fer skeivur í annars frálíkari grein á HSF heimasíðuni

Jan hevur verið góður íblástur til føroyskan hondbólt.

Á heimasíðuni hjá HSF hevur KÍF venjarin Jan Ottosen nakrar tankar um føroyska hondbólt. Jan hevur verið góður íbástur til føroyskan hondbólt, men í greinini á HSF hiemasíðuni fer hann alt ov lætt um veruleikan í føroyskum hondbólti. Hann sigur, at skulu feløg náa góðum úrslitum, skal langtíðarætlan leggjast. Hann sigur eisini, at feløg kunnu altíð fáa útlending í spælarahópin, so kanst tú vinna FM-heitið. Og tað er bíligari og betri fyri stoltleikan, um feløg vinnan FM heitið við egnum spælarum. Men so lætt spælir klaverið ikki, Jan Ottosen.

Í áhugaverdu greinini á HSF heimasíðuni sigur Jan Ottosen millum annað: “Skal man nå resultater, skal man kigge mere langsigtet, ja, man kan altid hente en udlænding herop og vinde FM sum senior. Man ville det ikki  være meget bedre, billigere og med større stolthed, hvis man gjorde det med egne spillere“, sigur Jan. Henda meining er ógvuliga løtt at hava hjá KÍF venjaranum, nú KÍF ongan útlending í løtuni hevur í spælarahópinum. Men vit skulu bara fá ár aftur í tíðina, tá ið KÍF útvegaði sær tríggjar útlendskar spælarar, men eitt FM-heitið spurdist ikki burturúr.

Trupulleikin hjá føroyskum hondbólti er, at heilt nógvir spælarar blíva ikki gamlir í felagnum, tí teir fara uttanlands í lestrarørdinum. KÍF kann tildømis ikki gera sáttmála við allan KÍF hópin, sum sigur, at eingin spælari fer av landinum, fer til skips ella spælir fótbólt, tí nú satsar KÍF tildømis 100% at vinna FM-heitið í 2014. Feløg kunnu ikki leggja langtíðarætlanir, sum Jan sigur í greinini. Taka vit tildømis besta manslið hjá Neistanum, so hevur Neistin síðani FM heitið 2008 mist heilt lið av ungum frálíkum spælarum, sum samanlagt høvdu staðið seg væl í føroysku kappingini. Tróndur Kragesteen, Birgir Poulsen, Carl Herup Olsen, Bogi Berg, Dan Thorleifsson, Roar Dalsgarð, Johan Brekkstein og Jens Mohr. Menn í besta hondbóltsaldri.

Eingin ivi um, at orðini hjá Jan Ottosen er skot til Neistan, og tú hevur eisini varhugan av, at Jan hevur hesa meining, tí hon passar væl til støðuna hjá KÍF júst nú. Tú kanst upplýsa fyri Jan Ottesen, at øll feløg í bestu deildini hava havt útlendingar í spælarahópinum, eisini KÍF. Men tað skal ikki leggjast út, sum um hesi feløg fremja lógarbrot og ikki vísa rættan ítróttaranda. Sjálvandi hava útlendingarnir havt ávirkan á úrslitini, men teir hava so sanniliga eisini givið føroyskum hondbólti nógv. Hondbóltsfeløg kunnu brúka tríggjar útlendingar í dysti. 

Jan tosar um stoltleikan at vinna FM-heitið við egnum fólki. Fara vit út í Europa ella tildømis í føroyskan fótbólt, so vinnur einki felag meistaraheitið við egnum fólki. Vit kunnu bara nevna eitt so stórt fótbóltsfelag sum Havnar Bóltfelag. Meirlutin av spælarunum á besta liðnum hjá HB eru útlendingar ella spælarar ikki uppvaksnir í HB. Og fara vit til danskan hondbólt, so er støðan hin sama. Peningur er vorðin partur av ítróttaheiminum, og tað mugu vit liva við, sjálvt um vit “eldru” mangan hava torført at góðtaka hetta. Veruleikin er bara hann, at banna vit útlendingum í føroyskum ítrótti, so vera tað framvegis peningurin, sum fer at flyta spælarar. Allir teir føroyskum spælararnir enda so í stóru feløgunum, og tey smáu vera við sviðið soð og kunnu ikki vera við.

Tá ið alt omanfyri er sagt, so er Jan Ottosen góður íbástur til føroyskan hondbólt. Ógvuliga áhugavert at fylgja arbeiðinum, sum Jan borðreiðir við í Kollafirði. Men vit skulu bara ikki slúka øllum rátt, sum Jan og onnur siga um føroyskan hondbólt. (Vagnur)

16 thoughts on “KÍF venjarin Jan Ottosen fer skeivur í annars frálíkari grein á HSF heimasíðuni

  1. Fyri umleið einum ári síðan fór Arsenal á vøllin móti Chelsea við 11 spælarum í startrøðini.
    Ikki ein var føddur í Englandi !!
    Eg veit væl, tað er nakað annað. Men hugvekjandi ?

    Like

  2. Hey Vagnur
    Tá ið tú nevnir danskan hondbólt, so er veruleikin tann, at í eini 10-12 ár fram til 2004 hevði Danmark helst besta kvinnulandslið í heiminum.
    Síðan tá hevur landskappingin í Danmark verið tann besta í Evropa, tí bestu spælararnir úr Noreg, Spania, Týsklandi v.m. komu allir til Danmarkar at spæla, tí har vóru pengarnir.
    Hesi seinastu 6-7 árini hava danskir hondbóltsekspertar kjakast nógv um, hví tað gekst so illa hjá landsliðnum, tá ið donsku liðini annars vunnu eina Evropa-cup kapping fyri og aðra eftir. Niðurstøðan var tann, at tað vóru ov nógvir útlendingar í donsku kappingini (altso ikki, at har vóru útlendingar, men teir vóru alt ov nógvir). Tað hevði m.a. við sær, at ung donsk talent sluppu ikki framat, og tí heldur ikki sluppu at búnast til landsliðið.
    Nú ið tað aftur gekk væl hjá danska landsliðnum í eini EM-kapping, segði onkur av ekspertunum, at fíggjarkreppan hevði bjargað donskum kvinnuhondbólti, tí fleiri av bestu útlendsku spælarunum vóru farnir heim aftur, og at fleiri donsk talent av somu grund vóru sloppin framat. Tí er tað eisini, at tey tora at seta nøsina upp eftir heiðursmerki á OL í London í 2012.

    Tú nevnir somuleiðis pengar, sum eru vorðnir ein veruleiki í føroyskum ítrótti eins og tað er tað í so nógvum øðrum londum. Tað mugu vit sjálvsagt sanna.
    Men aftur her er áhugavert at líta at donskum hondbólti, – hesaferð landskappingini hjá monnum. Ein ríkmaður hevur burtur úr ongum savnað teir bestu donsku og fleiri útlendskar hondbóltspælarar í eitt nýtt felag í Keypmannahavn. Hann hevur sett sær fyri, at teir eftir stuttari tíð skulu gerast besta lið í Evropa.
    Nú tala donsk hondbóltsfólk at, tí tey óttast fyri, at liðið hjá hesum ríkmanninum verður so suverent, at heimliga kappingin fær einki virði, – har verður einki at kappast um. Einki annað felag hevur ráð at geva nýggja felagnum mótstøðu.

    Hesar niðurstøður, eg havi nevnt, eru ikki míni egnu orð, men kunnu vera íkast til kjakið, sum venjarin hjá KÍF leggur upp til.

    Like

  3. Her eri eg samdur við Natta í øllum hann skrivar.
    Og afturat tí haldi eg, at upp til tríggir útlendigar á hvørjum liði er alt ov nógv í einum pinkulandi sum Føroyar.
    Tað kann væl vera, at útlendingarnir hava givið eitt íkast. Men tað rørir ikki við tað faktum, at einki føroyskt lið kemur at vinna ein EC dyst tey fyrstu 100 árini. Um so 10 útlendingar eru við.
    Er tað alt vert at brúka fleiri 100.000 kr at fara til Montenegro ella Albania og fáa tvær ferðir bank við 10-15 málum.
    Hvar er tað ítróttaliga virði í tí?
    Og tann danska mannskappingin er fullkomiliga oyðiløgd.
    Her kemur einki annað lið at vinna ein einasta dyst, fyrr enn Kasi-Jesper um nøkur ár fer av knoranum. Øgiliga stuttligt og spennandi.
    Anja Andersen om igen. Fult speed upp, og fult speed niður. Over and out Slagelse.

    Like

  4. Hmm…um eg ikki fari heilt skeivur, so vann Neistin í roynd og veru ein EC dyst í 2008 ella 2009 móti HC Lovcen.

    Like

  5. Ja Vagnur, uttan iva verður skotið eftir Neistanum. Men, tað sær avgjørt eisini út sum um onkur følur seg raktan – so er spurningurin hví?
    Mín persónliga meining er, at Neistin ella eitt hvørt annað lið kann keypa líka nógvar leikarar (tó eitt max tal av útledningum), sum tað vil. So er bara spurningurin hvussu hetta kemur at roynast í longdini?
    Tað er í øllum førum ein sannroynd, at Neistin í dag hevur eitt lið sum í rættuligan stóran mun er bygt á leikarar, sum ikki eru uppvaksnir í felagnum. Um hesir leikarar ikki vóru á liðnum gangi eg út frá, at øll kunnu verða samd um, at liðið ikki hevði verið í slíkum serflokki, sum talan er um í dag. Staðfestast kann í øllum førum at liðið hjá Neistanum er í einum slíkum serflokki, at alt uttan ein greipa er at meta sum eitt miseydnað kappingarár – hattin av fyri tí 🙂
    Eg vil gjarna undirstrika so eingin misskiljing er, at tað stendur einum felagið frítt hvør strategi verður vald, sæð í mun til hvussu spælarahópurin á besta liðinum er samansettur.
    Sæð í ljósinum av kappingini hjá monnunum í Danmark og AG København, sum nevnt í ørðum innleggum, er spurningurin um støðan er so nógv annarleiðis í Føroyum í dag!

    Like

  6. Hey tit!

    Púra einigur við Natta og Finnbjørn. Hyggja vit at ensku fótbóltskappingini skal hon eitast at verða heimsins besta, men tað enska landsliði klárar seg ikki til tær stóru kappingarnar. Viðv. hóndbóltinum í DK Finnbjørn, eri eg einigur við tær í at Anja og Kasi Jesper gera sær nøkur stórlið, sum skjótt hvørva tá ið pengarnir eru uppi. Og so kunnu vit eisini nevna nøkur lið her heima hjá okkum t.d. Tjaldur í Sun Set og Neistan hjá monnunum hvat hendir við hesum báðum liðnum tá ið stuðlarnir ikki vilja spæla við meira. Vit nýtast ikki at fara út um landoddarnar fyri at síggja hesi dømi, tað hendur eisini í fótbólti (hygg at KÍ) flogbólti, og so bíða við bara til tað fer at raka hóndbóltin.

    Like

  7. Las sera áhugaverda grein hjá Jan Ottosen til menning av føroyskum hondbólti. Samdur í tí mesta sum Jan nevnir, men samstundis samdur við Vagni í, at Jan fer eitt sindur lætt um útlendingaspurningin. Men lat tað fara.
    Tað sær annars út til, at tað verður skotið eitt sindur higar og hagar. Og tað haldi eg er fínt, so leingi vit halda okkum til máli og ikki fara eftir persónum.
    Persónliga eri eg partur av Neistanum, sum hevur styrkt seg við leikarum útifrá. Hetta tí, at rákið hevði verið, at onnur feløg hava gjørt tað sama. Seinastu uml. 10 árini hevur nærum einki felag klára seg við egnari megi. Hjá kvinnunum er tað meira eyðsæð enn hjá monnunum. Styrkurin útifrá á kvinnusíðuni hevur verið altavgerandi har, meðan tað á manssíðuni ikki hevur verið eins stórur munur á hvør hevur havt styrk ella ikki. Men tað skerst ikki burtur, at hvørki H71, Neistin, STÍF, ella fyri so vítt Kyndil og VÍF kunnu breggja sær av, at bara hava vunnið við “egnum” leikarum. So kann ein altíð kjakast um, hvussu stóran mun teir hava gjørt.
    Annars haldi eg, at vit hava eina betur kapping í dag, sæð í mun til, tá Neistin var einaráandi á kvinnusíðuni og Kyndil og VÍF dystaðust um meistaraheitið á manssíðuni. Og at tað er blivið soleiðis skyldast heilt klárt, at hini feløgini hava fingið styrk – bæði heimligan og útlendskan. Ella var støðan nærum heilt víst tann sama. (tað er mín pástandur)
    Samanberingina við útlendskan hondbólt og fótbólt fari eg ikki inná her. Haldi ikki heilt, at tær kunna brúkast til nakað serligt. Annars eri eg sera ósamdur við Finnbjørn í, at vit ikki skulu luttaka í kappingum við útlendingar, hetta hóast vit vita, at vit ongantíð koma at vinna kappingarnar vit luttaka í. Tað at hava luttikið í EC við bæði VÍF og nú Neistanum hevur avgjørt gjørt, at tað er annað at síggja fram til enn heimligu kappingina og harvið givið ein enn betur hug at spæla hondbólt.
    P.s. Annars stuttligt at síggja hvønn málsetning aðrir venjarar seta okkum 🙂

    Like

  8. Hey Ingi
    Havi hug at spyrja teg, hví tú heldur, at samanberingin við útlendskan hondbólt ikki er áhugaverd. Kunnu vit einki læra av teimum mistøkum, sum har eru framd?

    Tað tykist sum Vagnur og Ingi eru í verjustøðu. Skilji tað ikki rættiliga, tí eingin hevur ákært Neistan fyri nakað sum helst. Og hví skuldi nakar gjørt tað? Neistin ger ikki annað enn tað, ið leiðslan heldur vera rætt, og eg ivist ikki í, at høvdu onnur feløg havt somu fíggjarligu møguleikarnir, so gjørdu tey júst tað sama.

    Kortini haldi eg, at tað eigur at bera til at kjakast um, hvørt tað tænir øllum f’øroyskum hondbólti, at vit savna saman fleiri fremmandar leikarar, føroyskar ella útlendskar, á sama liði, og á tann hátt forða felagsins egnu yngru spælarum at sleppa at royna seg. Tað kann, ið hvussu er vera ein vansi, tá ið landsliðið skal mannast?

    Tað hevði kanska verið skilabetri, og serliga í einum so lítlum landi sum okkara, at vit høvdu ta skipan, at tað altíð skuldu vera 3-4 leikarar á vøllinum samstundis, sum vóru uppvaksnir í felagnum???

    Like

  9. Tað var nú ikki ætla sum nøkur verja tað sum eg skrivaði. Og eg veit faktis heldur ikki hvat av tí eg skrivi er verja. Kanska tú útgreinar.
    Men munurin á m.a. donskum hondbólti og føroyskum er ógvuliga stórur. Danir hava helst gjørt nógvar feilir, men teir hava gjørt meira rætt og eru í dag millum heimsins bestu í hondbólti. Í eini 15 ár hevur hondbólturin verið nærum heiltíðar professionellur. Um AG hondbold kemur at oyðileggja donsku kappingina er væl hugsandi, og tað vil eg ikki afturvísa. Og um tað verður hugsað tað sama um neistaliðið, so eri eg meira stoltur enn samdur.
    Annars kann eg til seinast upplýsa, at Neistin í løtuni hevur 5 leikarar sum liggja um 20 ára aldur í bruttutruppinum hjá Dia á landsliðinum. Uppvaksnir í Neistanum. Umframt 2 sum eru nakað eldri og ikki uppvaksnir í Neistanum. Tað er væl ikki nógv onnur feløg sum klára tað ??
    Tað at vit fáa fremmandar leikarar til eitt so lítið land sum okkara merkir sjálvsagt ikki bara, at alt so er “lutter idyl”. Tað er vandi í allari vælferð – eisini her. Men eg haldi, at tað at fleiri lið kappast um meistaraheitið hevur tænt føroyskum hondbólti. Tað vóru bert 2 manslið og 1 kvinnulið, sum vunnu fyri fáum árum síðan. Og tað var heldur ikki seliga gott fyri nakað landslið.
    Tíverri hevur landsliðsarbeiðið ikki verið serliga støðugt seinastu nógvu árini. Tað er sera spell at so hevur verið. Og tað at útlendingar manna okkara lið hevur sjálvandi ikki jaliga ávirkan á landsliðið – púra samdur.
    Eg haldi annars ikki, at man eigur at lóggeva um, hvussu nógvir leikarar av “egnum avl” skulu vera á vøllinum í senn. Mær dámar væl tankan, men hvat eru egnir leikarar? Ein sum hevur leikt øll ungdomsárini í Neistanum (ella øðrum felag) og velur annað felag seinni – sum vit hava nógv dømir um – skal hann nú vera “útlendingur” ? Tankin er góður, men ógjørligur at føra út í lívi eri eg bangin fyri.

    Like

  10. Kjakið um hvat mennir føroyskan hondbólt mest er sera áhugavert, men seinasta uppskotið hjá Natta er óumhugsað. Eitt sindur tápuligt í veruleikanum.
    Vit kunnu seta treytir til hvussu nógvir útlendingar kunnu vera á einum dómaraseðli, men vit kunnu ikki fara at binda kyndlamenn í Kyndli og strandingar á Skála o.s.fr. Heldur ikki kunnu vit sita og telja hvussu nógvir útlendingar og hvussu nógvir føroyingar og sjálvaldir leikarar eru á vøllinum í senn. Men lat tað fara.
    Eg vil hinvegin ugga Natta og siga, at hondbólturin í bestu mansdeildini og sum heild, er í tí hepnu støðu, í mun til fótbóltin, at føroyameistarin fær ikki kr. 2,7 mill. fyri meistaraheitið. Hetta ger, at kappingin er munandi javnari. Í løtuni er Neistin best, og vit vita hví. Men tað kann ganga skjótt. Uppá styttri sigt um t.d tveir av teimum 5 lyklaleikarunum vera burtur, so er Neistin onki betri enn hini. Vit vita eisini, at pengarnir vara ikki í ævir, og um ungdómsarbeiðið verður forsømt, so rennur skjótt út.
    At enda haldi eg ikki, at vit onnur skulu vera so bangin fyri pengunum í Neistanum. Eg haldi heldur ikki, at neistafólk skulu hava so ilt av, at vit onnur siga, at teirra støða er keypt. Tað gongur upp og niður, og júst nú er Neistin á aldukambinum. Soleiðis er tað.

    Like

  11. Hey Hallur
    Nei, ikki er uppskotið illa umhugsað, og eg haldi heldur ikki, at tað er fjákut, men tað er ikki vist, at tað er tað rætta, tað kann eg vera samdur við tær í.
    Sat einaferð í einum áhugaverdum arbeiðsbólki saman við m.ø. einum sera kreativum persóni. Hann segði altíð, at skalt tú fáa tað besta úrslitið, so skulu øll sleppa at blaka á borðið síni uppskot, hvussu fjákut tey enn kunnu tykjast í fyrstani. Tí burturúr øllum, ið kemur fram, kann vera, at tú finnur ta genialu loysnina. Má geva hesum persóni rætt. Fleiri uppskotini eru, størri møguleikar eru fyri at finna tað rætta. Men tað kann vera, soleiðis sum tú eisini mælir til, at tað er ikki neyðugt við nakrari broyting yvirhøvur, tí tað “greier seg i sjøen”.
    Venjarin hjá KÍF legði upp til kjak, og tað er tí kjakinum, eg havi roynt at tikið lut í. Uppskot mítt er ein millumloysn millum verandi skipan og so ynskið hjá venjaranum.

    Like

  12. Mær dámar væl sakligt kjak, og tí sleppa ikki dulnevndar viðmerkingar á heimasíðu Neistans. Niels Nattestad og Vagnur Michelsen hava óivað tann trupulleikan, at vit ikki rættiliga kunnu góðtaka broyttu felagskensluna, frá tí vit spældu hondbólt í bestu deildini. Kanska eru vit vorðnir ov gamlir og megna ikki at fylgja tíðini. Tað var tann tíð, tá ið tildømis menninir hjá Kyndli, kvinnurnar hjá Neistanum og besta liðið hjá HB megnaðu at vinna FM-heitið bara við egnum spælarum. Einstakir spælarar komu tó til Havnar at ganga í skúla og endaðu í hesum feløgum. Hetta var so tað.
    Komið at hugsað um Johan Nielsen, HB venjara, sum uppaldi tíggjutals ungar fótbóltsspælarar, sum vóru so góðir, at teir fóru beinleiðis frá unglingaliðnum og inn á besta liðið hjá HB. Tað sama galt á besta mansliði hjá Kyndli og besta kvinnuliði hjá Neistanum. Tá vóru nøkur fá góð lið og so hini liðini.
    Men so ein dag broyttist myndin, tí nú útvegaðu nøkur feløg sær útlendskar spælarar, sum vóru “klassa” betri enn okkara egnu spælarar. Peningur kom, eins í øðrum londum, serliga í føroyskan fótbólt. Nú kundu fleiri feløg vera við, og serliga Eysturoyggin kom at vera væl umboðað í fótbóltskappingini.
    Tað eru nógv ár eru liðin, síðani peningur kom at hava ávirkan á føroyskan hondbólt. Og sum áður er sagt, hevur hetta serliga broytt kvinnukappingina. Neistakvinnur, sum ikki hava vunnið FM-heitið síðani 1996, vóru einaráðandi, til útlendsku spælararnir komu at seta kósina. Kyndilskvinnur høvdu tildømis ikki vunnið FM-heitið í 1998 og í 1999 uttan Lotte Sørensen varð keypt úr Viborg. VÍF hevði ikki vunnið FM-heitið í 2001 og 2002 uttan útlendingarnar Rapa, Manuelu og Rado. Vit kunnu halda fram til Vágs og til Klaksvíkar.
    Vit kunnu kjakast aftur og fram, men vit í hondbóltinum mugu bara góðtaka nýggju tíðirnar. Peningur er komin í føroyskan í ítrótt at vera fyri nógvum árum síðani, og vit kunnu sjálvandi ikki venda aftur í 60 árini, tá ið spælararnir sjálvir áttu spælitroyggjuna.
    Tá ið peningur kom í ítróttinum, broyttist eisini felagskenslan hjá teimum ungu. Sleppi eg ikki framat í Kyndli, Neistanum, H71, HB ella B36, so royni eg aðrar leiðir. Hetta er mangan løtt avgerð at taka hjá teimum ungu, men sum slett ikki kom upp á tal, tá ið vit spældu. Tú flutti ikki Niels Nattestad í Neistan, og Vagnur Michelsen fór ikki í grøna troyggju. At synir mínir hava vunnið mangt FM-heitið við Kyndli, er ein onnur søgu. Eg skilji væl meiningarnar hjá Niels Nattestad, men vit báðir “gomlu” mugu bara góðtaka nýggju tíðirnar í føroyskum ítrótti, tað vendist ikki aftur Niels Nattestad. (Vagnur)

    Like

  13. Góði Vagnur
    Jú, eg góðtaki nýggju tíðina, hóast tað fyri okkum gomlu, sum tú kallar okkum, ikki er líka stuttligt, sum tað var. Tað var ógvuliga spennandi at fylgja B36 í 70-unum og 80-unum, tí “kanska” fór tað at eydnast í ár, hugsaði tú hvørt vár. Tú kendi eisini hvønn spælara og vísti, at tað gjørdust teir somu næsta ár. Mín áhugi fyri fótbólti er minkaður nógv, og eg síggi ikki hvønn dyst sum eg gjørdi fyrr. Eg kenni ikki spælararnar, tí høgri vongur spældi í B71 fjør og í HB í vár, og um heystið er hann í B36.
    Men góði Vagnur, tað er rætt sum tú sigur, vit báðir gera einki við at broyta tað, so tað loysir seg heldur ikki at royna at gera tað.
    Men tú hevur ikki lisið innlegg míni nóg væl, um tú hevur fingið ta fatan, at tað er tað, eg haldi, at vit eiga at gera.
    Fyri at skera tað út í papp viðvíkjandi útlendingum í føroyskum hondbólti : Tað er eftir mínum tykki í fínasta lagi, at vit fáa góðar útlendskar leikarar at hjálpa teimum føroyska leikarunum á liðnum at koma í finaluna ella at vinna eitt FM, – tað hava vit eisini fleiri dømi um.

    Men eg haldi ikki, at tað tænir hondbóltinum, um vit hava nakrar føroyskar spælarar at hjálpa nøkrum útlendingum at vinna eitt FM-heiti.

    Viðvíkjandi pengunum, so er tað bara partvíst rætt, at nógvir pengar eru í føroyskum hondbólti.

    Men góði Vagnur, nú skal eg tiga við mínum tvassi og fari at ynskja tær gott nýggjár.

    Like

  14. Ungi evnaríki føroyski spælari, far av landinum og royn teg!

    Um tú so í tíggju ár – t.d. í aldrinum 15 – 25 ár – skalt spæla óløntur á ungdóms-, triðju-, aðru- og fyrstudeildarliðum í Danmark og einans livir av útbúgvingarstuðli og kanska við útbúgvingarláni afturat, fyri síðani at blíva keyptur til AG-Keypmannahavn fyri stóra upphædd, so skal eg unna tær íløguna væl. Somuleiðis kanst tú tá eisini breggja tær av, at tú yvirlivdi úrvalsítróttin í besta ítróttaranda.

    Omanfyrinevndi framferðháttur er ikki stórt øðrvísi enn tann, sum stórskúttin á danska landsliðnum, Mikkel Hansen, hevur verið gjøgnum, frá tí hann fór úr Helsingør, á Oure Idrætshøjskole, gjøgnum ungdómsdeildirnar hjá GOG osfr.
    Mikkel Hansen er ikki gjørdur úr stórt øðrvísi tilfari enn vit onnur deyðiligu menniskju. Hann hevur bara arbeitt seg fram til at hava uppiborið góða løn fyri valaarbeiði.

    Tá tú hevur verið gjøgnum slíka menning, kunnu vit í Føroyum eisini av røttum gagnnýta tína styrki á føroyska landsliðnum, og tú fært heiðurin at bera Merkið fram.

    Um tú hinvegin velir at verða í Føroyum, her bestu kappingarneytarnir eru – sæð við altjóða glareygum – hálvvánaligir útlendingar, so skalt tú ikki vænta, at tað blívur til hondbóltsspælara burtur úr tær.

    Hinvegin, um Føroyar – politikarar, ÍSF, HSF, hondbóltsfeløg og venjarar – skulu ala føroyskar hondbóltsspælarar í Føroyum øll menningarstigini – til endaligar góðar hondbóltsleikarar, sum kunnu manna eitt líkinda hondbóltslandslið, so má meira peningur til. Landsdystir og kappingar mugu støðugt verða fyri framman, og harafturat eiga landsliðsleikarar at verða løntir. Eitt fet á leiðini til síðstnevnda vildi verið, at landsliðsleikarar fingu endurgoldið mista arbeiðsinntøku fyri landsliðsluttøku.

    Góðska kostar!

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s