Úr myndasavninum – Mansunglingar kappaðust fyrstu ferð um FM-heitið í 1966

Neistaunglingar vinna FM-heitið í 1968. St.f.v: Christian Ihlen, Jógvan Martin Mørk, Kristian á Neystabø, Øssur Simonsen og Peter Ove Petersen. Húkandi f.v: Ragnar Holm, sáli, Tummas Joensen, Tóri í Hoyvík og Petur Olivar í Hoyvík.
Unglingar Neistans vunnu FM-heitið í 1968. St.v: Christian Ihlen, Jógvan Martin Mørk, Kristjan á Neystabø, Øssur Simonsen og Peter Ove Petersen. Húkandi f.v: Ragnar Holm, sáli, Tummas Joensen, Tóri í Hoyvík og Petur Olivar í Hoyvík.

Fyri 1963 kappaðust bara menn og kvinnur í 1. deild og 2. deild um FM-heitið. Í 1963 spældu gentur og dreingir fyrstu ferð um FM-heitið, og tá kom eisini ferð á ungdómshondbóltin kring landið. Neistagentur og vestmannadreingir vunnu FM-heitið í 1963. Í kjalarvørrinum á dreingjaliðunum komu unglingaliðini. Mansunglingar í 1966 og kvinnuunglingar í 1973. Neistin vann FM-heitið í unglingadeildini í 1966, 1967 og 1968, meðan VÍF vann kappingina í 1969. Í 1973 spældu kvinnuunglingar fyrstu ferð um FM-heitið. Her hendi tað áhugaverda, at seks ymisk lið vunnu FM-heitið fyrstu sjey árini. Neistin 1973, MB 1974, VÍF 1975, Søljan 1976 og Stjørnan 1977, Neistin 1978 og Kyndil 1979. Myndin omanfyri er av mansunglingaliðnum hjá Neistanum, sum vann FM-heitið í 1968. Tá áttu spælarar sjálvir leikbúnan, og lýsingar vóru ongar á búnunum. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s