Vestmanna – mín annar heimavøllur

gamlivc3b8llur1
Á uttanduravøllinum spældu vit mangan spennandi dystin. (mynd Vagnur)
vestmannahc3b8llin2
1. februar 1986 varð høllin tikin í nýtslu (Mynd Vagnur)

Í dystarblaðnum 4. januar skrivaði undirritaði niðanfyri grein í dystarblaðnum. Og minnini eru góð frá nógvum dystum á uttanduravøllinum oman fyri skúlan, og nógv vinabond vórðu knýtt. Tá var alt øðrvísi, tí vit spældu hondbólt uttandura um summarið. Vit spælarar komu nærri spælarum og bygdarfólki, og vit fóru altíð áðrenn dyst ella eftir dyst heim við VÍF spælarum til ein drekkamunn. Tá vóru vestmenningar í toppinum í føroyskum hondbólti, og tað eru vestmenningar so sanniliga eisini í 2009. Les niðanfyri grein.

Vestmanna – mín annar heimavøllur

Hondbóltur og kappróður hava allar tíðir verið høvuðsítróttagreinirnar í Vestmanna, og nógv heiðursmerki og steyp eru vunnin til bygdina. Vestmenningar standa saman um ítróttin, tí sjálvt um teir búseta seg aðrastaðni í landinum, so spæla teir sum oftast hondbólt við VÍF ella rógva við bátum hjá felagnum.

Serliga er tað dreingja- og manshondbólturin, sum hava verið í fremstu røð, men í millumbilum hava gentur og kvinnur eisini staðið seg væl. 1. kvinnuliðið hjá VÍF vann FM-heitið í 2001 og 2002.

Vit kenna øll 5-mannafarið Havfrúnna, 6-mannafarið Fortunu og 10-mannafarið Vestmenning, sum hava sett dám á føroyskan kappróður, og seinastu árini hava vestmenningar betrað um róðrarumstøðurnar í bygdini, so felagið í dag hevur gott og snotuligt neyst við øllum teimum hentleikum, eitt gott róðrarfelag skal hava.

Undirritaði hevur serligan alsk til Vestmanna, tá ið talan er um hondbólt, ja, Vestmanna var mín annar heimavøllur. Altíð spennandi, stuttligt og áhugavert at spæla hondbólt í Vestmanna, og í øllum veðri leitaðu trúgvu áskoðararnir til vøllin, og altíð merktu vit okkum serliga vælkomnar til Vestmannar, og vit knýttu nógv vinabond.

Vit skriva 1968, og Oyggjarvegurin er júst um at vera samanbundin, so koyrast kann úr Havn til Vestmannar. Umframt at spæla landskappingardystir, so vóru mangan boð eftir okkum at spæla venjingardystir í Vestmanna. Tað var oftast Mannbjørn Mortensen, sum ringdi, men vit settu sum treyt, at vit komu, um vit sluppu at svimja í innandurahylinum, sum var fyrstur at sínum slaki í Føroyum.

Olaf á Posthúsinum var okkara fasti bilstjóri, og vit bóðu mangan hann vera við endan á Oyggjarvegnum ásetta klokkutíð í sínum svarta Opel bili. Sera dámligur maður.

Tað var nakað serligt at hita upp í skúlagarðinum við vøllin, ganga fram við áskoðarunum og hoyra lógvabrestirnar frá áskoðarunum á bakkanum. Vit vistu, hvar hvør áskoðari stóð.

Í ungdómshøpi var Vestmanna framman fyri Havnina, har vóru Silkienni og Sentrum, og serliga minnist eg tónleikaboksirnar. Tú koyrdi eina krónu í boksina, har ein armur so tók plátuna úr plátugoymsluni og legði hana á plátuspælaran. Alt hetta gjørdi, at okkum dámdi so væl at koma til Vestmannar.

Tónleikabólkarnir vóru eisini frammalaga í okkara hugaheimi, og ungdómurin í Havn fór til Vestmannar í dans, har vit serliga høvdu tokka til Thunderbirds og Vestmenn.

Í 1968 kom ítróttahøllin í Klaksvík, og í 1970 kom høllin í Havn. Vestmenningar arbeiddu eisini miðvíst at útvega bygdini ítróttahøll, og mangan hoyrdu vit spælarar, at nú kemur høllin, men tað var lættari sagt enn gjørt, tí tað var ógvuliga kostnaðarmikið fyri eina bygd sum Vestmanna at fara undir eitt so stórt tiltak.

1. februar 1986 upprann so stóri dagurin, tá ið snotuliga høllin var tikin í nýtslu, ein høll, sum hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri Vestmanna.

Í 1968 var manshondbólturin í Vestmanna í fremstu røð í føroyskum hondbólti, og nú fjøruti ár seinni er VÍF eisini í fremstu røð. Tó spæla kvinnurnar í næstbestu deildini, men longu vetur síggja vit tær aftur í bestu deildini.

Hondbóltsspælið hevur somikið djúpar røtur í Vestmanna, at VÍF altíð verður eitt av fremstu feløgunum í landinum. (Vagnur Michelsen)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s