Neistin – KÍF 34-24 (17-16) KÍF var einaferð á odda við átta málum, men tapti við tíggju málum

KÍF var betra liðið í 20 minuttir, og Neistin var betra liðið í 40 minuttir. (Mynd Vagnur)

Áskoðararnir fingu seinnapartin løgna dyst at síggja millum Neistan og KÍF í Atlantic Airways-deildini. KÍF byrjaði sum eitt ódnarveður við kvikum og undirhaldandi álopsspæli, og við einum meistarligum Óla Kristian í KÍF málinum. KÍF vardi langt frammi á vøllinum, og hetta ørkymlaði neistamenn somikið nógv, at tá ið seytjan minuttir vóru farnir, var KÍF á odda 16-8.

Tá gjørdi KÍF venjarin nakað, sum ongantíð áður er framt í føroyskum hondbólti. Hann tók allar útispælararnar hjá KÍF út samstundis og setti seks ungar spælarar á vøllin. Og hesir spældi eisini skjótt spæl av fullum huga. Ferðin fór tó við tíðina úr dystinum, og tað var júst hetta neistamenn royndu at gera, og teir runnu ikki longur um kapp við kollfirðingar. Spakuliga otaðu neistamenn seg inn á kollfirðingar. Við hálvleik var støðan 17-16 til Neistan, og tú hevði varhugan av, at dysturin nú var vendur til Neistans fyrimun. Kollfirðingar megnaðu rætt og slætt ikki at spæla við so høgari ferð so leingi, og álopini hilnaðust slett ikki eins væl og fyrra parti av fyrra hálvleiki.

Eitt var, at KÍF spældi við óvanligari høgari ferð fyrstu fimtan minuttirnar, men neistamenn gjørdu skeivt at royna at renna um kapp við kviku kollfirðingarnar. Og neistaverjan var vánalig fyrst í dystinum. Tó er at siga, at KÍF hevur ótrúliga nógvar góðar hondbóltsspælarar, og stuttligt at síggja teir verja langt frammi á vøllinum. Ja, eina ferð í seinna hálvleiki vardu allir seks KÍF spælararnir uttan fyri tríggjarmeturlinjuna. Men spælir mótstøðulið klókt, so kostar. Og tað var júst tað neistamenn gjørdu í 45 minuttir, og tí vann Neistin við tíggju málum. Í dag spældu tríggir lyklaspælarar hjá KÍF ikki vegna skaða og leikbann, so í Kollafirði trýtur ikki við góðum spælarum

Havi hug at nevna tveir neistaspælarar, sum ikki ofta eru nevndir í hesum kappingarárinum. Bartal Hansen kom í neistamálið  í fyrra hálvleiki og stóð ógvuliga væl restina av dystinum. Og langt síðani, at eg havi sæð Áka Mørk spælt so væl, sum hann gjørdi seinnapartin. Hann beit veruliga frá sær. Neistamenn hava beina kós í FM-finaluna. Brekkan hjá KÍF bleiv eitt sindur brattari eftir ósigurin seinnapartin. (Vagnur)

Martin Gomér og Johan Gomér, sum eru svenskir tvíburðar og døma í bestu deildini, dømdu dystin í dag.  HSF hevur fingið dómararnar til Føroya, og eg má siga, at hugaligt var at síggja nýggj andlit døma føroyskan hondbólt. Øll, sum sóta har. eg sat, vóru á einum máli um, at dómararnir dømdu frálíkt. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Áki Mørk 7, David Edvardsen 7, Jugoslav Djumic 6, Finnur Hansson 5, Heini Hanusarson 4, Sjúrður Thomassen 2 og Ingi Olsen 2

Málskjúttar KÍFs: Arnbjørn Hansen 6, Gert Hansen 4, Sverri Reinert 4, Ási Dam 3, Ingi Johannesen 2, Pætur Johannesen 1, Teitur Joensen 1, Tony Weihe 1, Rúni Joensen 1 og Jákup Joensen 1

1 thoughts on “Neistin – KÍF 34-24 (17-16) KÍF var einaferð á odda við átta málum, men tapti við tíggju málum

  1. Ein heilsan úr Noreg.
    Hjartaliga tillukku við sigrinum dreingir.
    Eisini tillukku til kvinnurnar. Havið Vónina og vilja, so skal tað nokk fara og ganga væl.

    Like

Ger eina viðmerking