Úr myndasavninum – Mansdeildin hjá Stjørnuni var niðurløgd í ár 2000

Stjørnan vinnur 2. deild í 1988 og flytir í bestu deildina. St.f.v: Poul Mikkelsen, Atli Hansen, Egil Johansen, Hans Arni Bertholsen og Eyðbjørn Høgnesen. Húkandi f.v: Lars Dalhoff, Jóhannus Ziska, FinnBjørn Grettursson, Jógvan Leivur Nolsøe, Olgar Danielsen, Jarvin Feilberg Hansen og Kristoffur Ragnarsson. (Mynd Vagnur)

Í mínari gomlu myndagoymslu komst tú ein dagin fram á forvitnisliga mynd av mansliði hjá Stjørnuni. Fór at kanna hetta nærri, og er myndin frá 1988. Myndin er tikin, tá ið greitt er, at Stjørnan vinnur 2. deild og flytir upp í 1. deild, sum var besta deildin tá. Tú kanst minnast, tá ið Stjørnan serliga í 70-árunum fekk betri og betri manslið. Fyrstu árini var Stjørnan í somu støðu, sum Team Klaksvík er í løtuni. Við tíðini mentist Stjørnan, og tá ið millum annað brøðurnir Egil og Karl Johansen vóru allar best, hevði Stjørnan lið, sum kundi spæla uppímóti bestu liðunum í Føroyum. Stjørnan tapti tíverri slagið um ungdómin í Klaksvík og serliga fyri fótbóltinum. 1993/1994 spældi Stjørnan fyri seinastu ferð í bestu deildini. Í 2000 gavst Stjørnan við dreingja- og manshondbólti. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s