Háðan ímóti spælarum at spæla landskappingardystir klokkan tíggju, ellivu á kvøldi

Vit mugu ikki halda fram at spæla miðnáttarhondbólt

Stór ónøgd er millum neistaspælarar í 1. deild, at teir mikukvøldið máttu spæla landskappingardyst ímóti VÍF so seint á kvøldi. Menn tíma rætt og slætt ikki spæla, ja, og dómararnir, sum skuldu døma dystin, tímdu ikki at møta so seint. Neistamenn vóru aftur í Havn eftir miðnátt, og teir skulu upp til arbeiðis morgunin eftir.

Tú kundi spurt, hvat í Harrans navni endamálið er at lata hondbóltsspælarar spæla landskappingardystir klokkan tíggju, ellivu á kvøldi. Tríggir dystir vórðu spældir í Vestmanna mikukvøldið. Klokkan 18.30 spældu VÍF og Neistin í bestu deildini. Klokkan 20.00 spældu menninir í bestu deildini, og eftir henda dystin spældu menninir í 1. deild.

Vit skulu minnast til, at menninir fyrst hava havt langan arbeiðsdag, áðrenn leiðin gongur til Vestmannar. Tað skal vera stuttligt at spæla hondbólt, og vil man minka um áhugan at spæla hondbólt, er at halda fram við midnáttarhondbóltinum. Hetta er heilt burturvið í mínari verð. Sjálvandi skuldi dysturin millum VÍF og Neistan í 1. deild heldur verið spældur í kvøld klokkan 19.00. So var hondbóltsferðin til Vestmannar hugalig.

Tú hevur spurt neistamann í 1. deild, hvussu hann upplivir slíka viðferð í kappingini, og hann sigur.

– Menn eru sera ónøgdir og tíma slett ikki at hita upp ella spæla dystin. Í gjárkvøldið hendi eisini, at dómararnir tímdi ikki at møta so seint til dystin í Vestmanna. So at ringja runt í Vestmanna eftir dómarum.

– Klokkan var fimtan minuttir yvir ellivu, tá ið vit fóru úr Vestmanna. Ringt var at koyra  í myrkrinum, og klokkan var farin væl av miðnátt, tá ið vit vóru í Havn. Og so at falla til róð, sova og tíðliga til arbeiðs morgunin eftir. Hetta er bara so langt úti og háðan ímóti okkum spælarum, og eg eri vónbrotin, at HSF leggur slíka kapping, sigur neistaspælari at enda við heimasíðuna.

Róðrarárið 2008 róði kendi danski rógvarin Stephan Mølvig við Havnarbátinum, hann var eisini vegleiðari hjá øðrum manningum. Tú prátaði mangan um venjing við mannin. Tað fyrsta hann gjørdi, var, at fáa manningarnar at venja fyrr á kvøldi. Ikki klokkan átta, nýggju, men klokkan  seks. Fara vit tíðliga upp um morgunin, so fer kroppurin spakuliga í hvílustøðu, tá ið vit nærkast klokkan níggju, tíggju á kvøldi. Tá skulu vit ikki “geara” kroppin uppaftur við at venja harða venjing. Gera vit tað, so gevur hetta nógv verri úrtøku. Hjá nógvum íðkarum hendir, at teir sovna nógv seinni, tá ið teir venja seint. Avleiðingin er, at teir ikki er nóg væl fyri at venja kvøldi eftir, tí teir hava sovið ov lítið, segði Stephan.

Nú er at vóna, at Hondbóltssambandið og feløgini syrgja fyri, at hondbóltsspælarar ikki í framtíðini spæla midnáttarhondbólt. Nógvir aðrir møguleikar eru til at taka. Nevnast kann, at týskvøldið klokkan 19.00 spældu Sunset liðini hjá StÍF og Tjaldri á Skála, og mikukvøldið klokkan 19.00 spældu Atlantic-liðini hjá StÍF og H71 á Skála. Hetta kann man finna seg í og er rætta leiðin at ganga. (Vagnur)

5 thoughts on “Háðan ímóti spælarum at spæla landskappingardystir klokkan tíggju, ellivu á kvøldi

  1. Eg havi sagt tað fyrr alment og fari at siga tað aftur her. Hendan kappingin er sera rótut, og er hetta beinleiðis avleiðingar av ynskjum frá ymiskum feløgum, um at 1. deild skal hava betri sømdir.
    Haldi tað hevði verið hugaligari fyri NÆSTAN øll (spælarar, feløg, og ikki minst áskoðarar), um SS og AA spældu sama dag og 1. deild kvinnur og 1. deild menn dagin eftir.
    Skilji ikki, at vit gera tað so rótut, fyri feløg, spælarar og áskoðarar.
    Ja, eg veit tað eru ynskir frá feløgum, sum HSF roynir at ganga á møti, men eg haldi bara, at hendan kappingin er ov rótut.

    Vinarliga Sigrun

    Like

  2. Nú skal man ansa sær ikki at gera ein lítlan trupulleika stóran.
    Rætt er, at tað er ov seint, at spæla kl. 11.00 á kvøldi. Um byrjað vaðr kl. 18.00 við SS, so kundi AA spælt kl. 19.30 og 1. deild menn kl. 21.00. So var tann trupulleikin loystur. Annars eru allar flestu dystirnir fyrr um dagin í vikuskiftinum.
    Tá Sigrun tosar um ynskir hjá summum feløgum gera kappingina rótuta í ár, so er tað púra skeivt. Í veruleikanum er onki sum helst broytt í ár í mun til undanfarin ár.
    Tað var soleiðis, at limafundurin hjá HSF setti ein arbeiðsbólk við Inga Olsen, Jógvan Martin Mørk, Jústines Jústinussen, Onnu Rein, Agnes Tausen og mær sjálvum.
    Til tess at menna kvinnusíðuna var gjørt av, at mæla til at 1. deild kvinnur skulu spæla aftaná SS. Eisini var mælt til, at leikarar upp til 20 ára aldur kunnu leika frítt við bæði SS/AA og 1. deild. Hetta við at kvinnurnar í 1.deild spæla aftaná SS verður tó bara brúkt á Skála hjá StÍF.
    So, sum sagt, í veruleikanum er ongin sum helst broyting í kappingini hend yvirhøvur. Um kappingin er rótut, so er tað als ikki nakað nýtt.

    Like

  3. So púra samdur við Halli. Fyri øll feløgini uttan Stíf er eingin broyting frá undanfarnum árum. So tað er eins og tað hevur verið leingi.
    Tað, sum ein kundi gjørt betur næstu ferð ein arbeiðsbólkur arbeiðir við at gera viðurskiftini betur, er at feløgini í HSF gera tað arbeiðið, sum Sigrun eftirlýsir. Arbeiðsbólkurin, sum eg sjálvur sat í, hevði meira enn trupult við at fáa fleiri feløg at so mikið sum at hava eina meining um arbeiðið. Tá tað sum feløgini so atkøða fyri skal førast út í verkið og ikki ber til, ja so er hin so vælkendi f….. leysur.
    Annars eri eg ikki ósamdur við Sigrun í, at dystir helst ikki skulu leikast so seint á kvøldi. Men tá hetta er ynski frá fleiri feløgum, so verður tað væl so……

    Like

  4. Eg eri samdur við Sigruna. At AA og SS ikki spæla sama dag, hjá teimum feløgum, sum
    hava hesi lið, er óheppi. Hettar sæst aftur m.a. í áskoðaratalinum. Áskoðarin ynskir undirhald, og leikararnir ynskja at spæla fyri so nógvum áskoðarum sum møguligt. Hettar bæði skapar størri áhuga fyri hondbóltinum, og er samstundist mennandi fyri
    sjálvt hondbóltsspælið og hvønn einstakan leikara.

    Eftir hondini havi eg sæð nakrar 1. deildardystir, beint eftir at besta liðið hevur leikt. Eg haldi ikki at tað gevur leikarum serliga nógv. Nakrir av hesum leikarum hava sitið á beinkinum frammanundan, og hava brúkt nógva tíð til fyrireiking og upphiting til tann “stóra” dystin, sum teir kortini ikki sluppu at spæla. Fyri teir leikararnar, er hesin dystur týdningarleysur. Eg havi eisini eygleitt venjarar og leikarar, sum sita á bonkinum undir einum slíkum dysti, og tað sæst mangan, at teir als ikki eru til staðar.

    Ynskini eru mong og meiningarnar nógvar, og uttan iva vilja vit øll hondbóltinum væl.
    Men endamálið er, at hondbólturin skal vera stuttligur, undirhaldandi og spennandi, bæði fyri áskoðaran og leikaran. Tá er hann mennandi !

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s