Mær dámar væl í Føroyum – Síggja sjógvin, skipini og fjøllini, reina luftin, vakra ljósið og ikki gloyma kavan

Barbara er fegin at síggja aftur kavan. Eg elski kava, sigur hon. (Mynd Vagnur)

Barbara Brauer hevur roynt mangt á hondbóltsleiðini, síðan hon sum trettan/fjúrtan ára gomul byrjaði at spæla hondbólt í Jugoslavia. Hon hevur spælt sum yrkisspælari í Jugoslavia, Portugal, Spania, Týskandi, og nú er hon í Føroyum. Á leiðini hevur vunnið fleiri meistaraheiti, steypakappingar og aljtóða kappingar. Boð vóru framvegis eftir Barbaru í Týsklandi, men hon valdi Neistan. – Eg eri ótrúliga væl móttikin í Neistanum, fólk eru hjálpsom og vinarlig, eg leingist ikki, sigur Barbara.

Barbara er fødd býnum Novi Sad í Vojvodina í táverandi Jugoslavia. Hon byrjaði at spæla hondbólt sum trettan/fjúrtan ára gamal, tá gekk hon í sjeynda flokki. Barbara byrjaði í málinum, sum altíð hevði verið hennara dreymur. Eftir nøkur ár sá venjarin Miso Milosevic, at Barbara eisini hevði sera góð evni sum útispælari. Hann vildi hava vinstrahenta spælaran út at spæla sum høgri bakkur, og hetta var ikki nøkur skeiv avgerð. Hvussu upplivdi hon at fara úr málinum?

– Sjálvandi var torført hjá mær at fara úr málinum og út at spæla. 2. deildarliðið RK Mladost var fyrsta felagið, eg spældi fyri sum vaksin spælari, og var hetta sum amatørur. Eftir stutt tíð í felagnum vóru boð eftir mær at gerast yrkisspælari í Spartak Sobutica, sum spældi í bestu deildini. Hetta var fýra ára sáttmáli.

– Eg var ógvuliga fegin um sáttmálan, men tað var eisini stórur munur at fara frá at vera amatørur og gerast yrkisspælari, har vant varð tvær ferðir um dagin. Eg var nú nítjan ára gomul og hevði tikið eina útbúgvin innan marknaðarføring. Nógva venjingin var ógvuliga trupul fyri meg, og fleiri ferðir ætlaði eg at gevast at spæla hondbólt.

– Hondbóltur er hørð ítróttagrein, og eg vigaði tá bara 65 kilo. Felagið vildi hava meg at viga í minsta lagi 70 kilo, men hetta ynskti eg ikki, tí eg vildi ikki gerast ov vøddamikil. Eg var nøgd við mína kropsligu útsjónd, sum eg ikki vildi broyta.

– Men so fingu vit nýggjan venjara Vuk Roganone, sum var frálíkur venjari og var ógvuliga stinnur á sálarliga økinum. Hetta broytti alt, hugurin kom aftur. Honum dámdi meg væl, tí eg var ikki hon, sum rópti upp, men gjørdi tað, hann borðreiddi við í venjingini. Hann rópti mangan “dótturin” eftir mær.

Landsliðið og Portugal

– Boð vóru eisini eftir mær til Jugoslaviska landsliðið, og tað bleiv til ellivu landsdystir. Í Jugoslavia spældi eg eisini við feløgunum Napredak Kruscvac og Radinski Bajmor. Í ár 2000 vóru boð eftir mær frá Madeira Sad í Portugal, men áðrenn leiðin gekk til Portugal, var eg tvær vikur í Ungarn og hugdi at umstøðunum í felagnum Dunnafer. Men í Ungarn vildi eg ikki vera. Í Madeira Sad vóru trý ótrúliga góð og hendingarík ár. Vit vunnu trý meistaraheiti, tríggjar steypakappingar og tríggjar supar cup.

– Í 2003 gekk leiðin til Spania til felagið Valensia Villegas, sum júst var komið upp í bestu deildina og bara vildi vera verandi í deildini. Síðan gekk leiðin til felagið Elda Prestigio, sum eisini var ein ótrúliga góð tíð hjá mær. Vit hesum felag vann eg tríggjar kappingar. Í Spania spældi eg eisini við feløganum Cementos la union, og hetta var eisini ein ótrúlig góð tíð. Vit vunnu meistaraheitið, og kappingarárið 2006/2007 vunnu vit altjóða kappingina fyri steypavinnarar.. Eg kom síðani til Týsklands, har eg spældi við VFL Wolfsburg og Markranstadt Piranas. Ja, og nú eri eg so í Føroyum.

Buha kom eftir mær á flogvøllinum

Tú spyrt Barbaru, hví ein so góður hondbóltsspælari kemur til Føroya, tá ið týskt felag vildi leingja sáttmálan við hana. Men Barbara valdi Føroyar, tí hon vildi sleppa undan stórum verksmiðjum og harvið luftdálking. Hon valdi lítla landið Føroyar og harvið friðsæluna.

– Eg kendi einki til Føroyar, áðrenn eg stóð á flogvøllinum í Vágum. Veit av royndum, at tað tekur tríggjar mánaðir at finna seg til rættis í nýggjum staði. Eg hevði bara samskift eitt sindur við Høgna Hansen, men eg kann siga beinanvegin, at mær dámar ótrúliga væl i Føroyum og eri ógvuliga fegin um, at eg valdi at koma til Føroyar. Mær dámar væl føroysku náttúruna, síggja sjógvin og skipini, serliga ljósið í vetrarhálvuni og merkja reinu luftina. Og so elski eg kava.

– Sum yrkisspælari havi eg lært meg at skilja ímillum meg sum privatpersón, arbeiði og meg sum hondbóltsspælara. Tá ið eg fari til venjingar, leggi eg møguligar persónligar trupulleikar og aðrar tankar eftir við hús. Í høllini venji eg hondbólt av fullum huga, og tá ið eg so komi heim, fari eg í annan hatt. Hetta er so týdningarmikið, skalt tú fáa nakað burtur venjingini og harvið dystunum.

– Áðrenn leiðin gekk til Føroya, fekk eg eitt sindur at vita um føroyskan kvinnuhondbólt, men eg má ásanna, at hondbóltsstøðið er hægri, enn eg fekk at vita frá byrjan. Her eru fleiri evnaríkir og góðir spælarar. Men sum eg skilji, missir føroyskur hondbólt nógvar ungar spælarar, sum fara uttanlands í lestrarørindum, sigur Barbara at enda.

Barbara nevndi eisini fyri mær, hvussu stóran stuðul hon hevur í Guðruni, Claus og teimum. Hon er ógvuliga fegin um, tá ið hon sleppur við teimum í náttúruna, og so hevur hon lagt merki til, hvussu nógv føroyingar gleða seg til jóla. Fólk hanga upp ljósperur og pynta við stórum smíli. Og so dámar henni væl at síggja kavan. “Eg elski kava”, sigur hon.

Barbara hevur stóran áhuga at læra seg føroyskt og fær undirvísing. Hon skilir mest sum alt, tá ið tosað verður um hondbólt, og hon gav mær hondina, at um tríggjar mánaðir, so práta vit saman á føroyskum. Barbara bara smíltist, tá ið eg spyrji hana, hvussu langur steðgurin verður í Føroyum. (Vagnur)

5 thoughts on “Mær dámar væl í Føroyum – Síggja sjógvin, skipini og fjøllini, reina luftin, vakra ljósið og ikki gloyma kavan

  1. Góða Barbara
    Vit eru sera fegin um at hava fingið teg í Neistan, og vóna vit at tú trívist so mikið væl at tú verður ein partur av Neistanum í fleiri ár.

    Alt tað besta Barbara
    Vinarliga Sigrun
    (hon skal jú læra føroyskt)

    Like

  2. ?1000 takk fyri 🙂

    More about me 🙂
    It’s really hard when you are separated more than 20 years of your family, dear friends, but that’s life, the life should sometimes take risks to reach the desired goal.
    According to finish high schools marketing, I started college psychology, which unfortunately I have not finished because I left him after the first year for handball.
    Being a professional player you have to give up a lot…

    I had many offers to give an interview but I always refused until this moment! Why?
    I’ve always wanted to have my private life by a handball …

    Faroe Islands
    For Faroe Islands I’ve heard a lot of years, I had not some idea how they really look …
    When I looked at a map of the island to look … first glance, I did a lot of weird because they displayed in a small edition of … 😦
    Upon arrival the first time in the Faroe Islands, my first thought that came to mind:) here is really nice, I like it …
    For the three months stay I managed to see much, I love it here because it is all natural, healthy air, healthy climate, a lot of greenery, dont have kriminal (what is more important) … I love nature.
    That was one motive why I came to live right here:) for me is always the first health and here with all the nature you can have it …
    During that time I managed to meet a lot of people who are wonderful, always smiling … who are willing to help you at all times when you need their help – Thank you 🙂
    Their every day off I spend with dear friends, usually I like to go to the harbor where ships dock, the feeling is fantastic …
    I like to go to each island, because each island has its own beautiful interesting, but unfortunately for a short time I managed to walk all…

    And finally
    On this occasion I would like again to thank all of you who have accepted me really nicely, that support me in all this ..
    Thanks to all of you here do not feel alone because you, I have how a family … 🙂 🙂 🙂

    Like

  3. If I am married? I did not, why?
    By opting to play professional hadball, usually when you think now I’ve found the right person for marriage, that dream was not realized because of handball in the Godunov and the Guidelines need further and further ..
    Do not feel sorry because maybe this was not the right time for it … I hope that my other half will show up just when I hoped to at least :)…

    No matter what I always had a lot of commitments to work and handball, my free time I have always devoted to something what I love and what interests me.
    Talk five languages:
    yugolovenski, German (mother of German descent), Portuguese, Spanish and English … now learn and Faroe :)…
    I ended up part-Informatics, Accounting and Welfare insurance…

    Like

  4. Hey Barbara
    Gott at hoyra meir um, hvør tú ert og hvat tú tekst við.
    Tað er ordiliga gott at hava teg í føroyskt flokkinum. Tú ert arbeiðsom, áhaldin og fert heilt sikkurt at læra føroyskt skjótt og væl, um tú hevur hug. Tú hevur lætt við at læra mál.
    Gleði meg til næsta leygardag.
    Og góða eydnu við hondbóltinum.
    Vit síggjast 🙂

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s