Teir sum standa uttast við hurðina

Høgna kenna vit mest frá politisku verðini, men Høgni spældi eisini í bestu deildini hjá í H71, og hann vandi ungdómslið.

Tá ið H 71 og Neistin hittast, eru sterkar og djúpar kenslur uppá spæl. Søgan hjá H 71 er samanvavd við Neistan og neistafólk – og hvørgin partur kann torga at tapa móti hinum. Hetta sæst best, um tit hyggja yvir móti hurðini, har nakrir serliga spentir persónar halda til undir dystinum. Orðini, sum Høgni Hoydal eigur, skrivaði hann í H71-faldaran, sum felagið gav út í sambandi við dystin millum AA-liðini hjá H71 og Neistan. Vit hava frá H71 fingið loyvi at leggja greinina á heimasíðu Neistans.

Høgni Hoydal skrivar:

Jú, eg viðgangi tað beinanvegin. Toli ongantíð, at H 71 tapir, men toli serliga illani at tapa móti Neistanum. Kann ikki torga tað. Hinvegin er tað dagur í viku, tá tað eydnast at vinna. Veit, at nógv neistafólk hava somu kenslu. Vit hava sostatt  við árunum ment eina veruliga ”arvafígginda”-støðu í dystunum millum H 71 og Neistan. Hvussu ber tað nú til? Átti tað ikki at verið nærum øvut, tá vit hugsa um tey sera sterku bondini millum feløgini og fólkini í feløgunum?

Feløgini eru vovin saman

Neistin og søgan hjá H 71 eru tætt knýtt og vavd saman. Áðrenn H 71 varð stovnað, leiktu flestu hoyvíkingar hondbólt við Neistanum. Og leikarar, ið hava skift millum Neistan og H 71 – báðar vegir – hava verið nógvir. Og tað hevur hildið fram. Ikki minst hjá gentum og kvinnum, har Neistin hevur verið undangongufelag, meðan hoyvíkingar hava lagað sínar umstøður sera skiftandi á gentu- og kvinnusíðuni. Til nú, har nevnd og stuðulsfelag við sterkum kvinnum á odda, hava skipað nýggj og góð viðurskifti.

Men eisini í dreingja- og mansdeildum hevur verið skift millum H 71 og Neistan báðar vegir. Hyggja vit tildømis at fyrsta dysti hjá H 71 í manshondbólti, fyri meira enn 30 árum síðani, í tí táverandi triðju deild, so var hann júst móti Neistanum. Og á liðnum hjá Neistanum leikti tildømis ein av stovnarunum hjá H 71: Ásvald Simonsen. (Onkur vil vera við, at hetta var ein stórur fyrimunur hjá hoyvíkingum, men lat tað fara í hesum viðfangi). Aðrir av stovnarunum hjá H 71 sum Poul Jóhannus Hovgaard, Louis Gullfoss, Hákun Djurhuus og Óli Samró, høvdu eisini fingið sína fyrstu hondbóltsuppaling í Neistanum.

Annað dømi eru Sámal Hansen og Bogi Henriksen, sum í 1983 vóru við til at vinna fyrsta Føroyameistaraheitið til H 71 við dreingjum 16 ár (sum tað æt tá), og vóru við til at spæla H 71 upp í bestu mansdeildina í 1985 og 1987. Teir vóru báðir uppaldir í Neistanum og fóru eisini seinni aftur í Neistan at leika.

Venjarar og leiðarar

Tað sama hevur verið galdandi við venjarum. Rimse úr Neistanum var tann fyrsta, sum vandi genturnar í Hoyvík afturi í byrjanini av 80’unum. Og ein av royndu neistamonnunum, Echardt Persson, tók við sum venjari hjá monnunum í Hoyvík í 1984 og fekk hoyvíkingar upp í bestu mansdeildina í tveimum umførum. Øll árini hava vit í Hoyvík eisini eygleitt, virt, lært av (og stundum skeldast við) væl skipaðu neistaleiðararnar sum eitt nú Hans Holm, Vagn Michelsen og Svannu Hanusardóttir.

Og vit síggja enn, hvussu persónar og venjarar knýta feløgini tætt saman.  So samanumtikið hava vit í H 71 nógv at takka Neistanum fyri – og hava vónandi eisini latið nakað aftur gjøgnum árini.

Stóribeiggi skal vinnast

Og hetta stórabeiggja-lítlabeiggja-fyribrigdið, er helst júst kjarnin í, at vit gomlu H 71’arar vilja vinna á Neistanum og kunnu ikki torga at tapa. Vit skulu prógva, at vit eru vorðin vaksin og kunnu standa tí eldra felagnum kurl. Og á sama hátt tykist tað sum mong av eldru neistafólkunum hava somu kenslur: Nú mugu vit prógva, at lítlibeiggin hóast alt ikki skal syfta tann eldra!  Tá ið dystirnir millum mansliðini – antin tað er í Høllini á Hálsi ella í Hoyvíkshøllini – sæst hetta serliga væl hjá nøkrum ev eldsálunum í feløgunum báðum.

Menninir við úthurðina

Um tit hyggja yvir móti úthurðini, so vilja tit bera eyga við, at tildømis Petur Even Djurhuus út H 71 og Vagnur Michelsen úr Neistanum, halda seg serliga tætt at hurðini. Klárir at fara út, um tað gongur illa hjá teirra felag. Men teir koma spakuliga longur inn, um gongdin sær út til at verða til fyrimunar fyri lið teirra.

Spenningurin sæst týðiliga á teimum: Hendurnar fara djúpt niður í lummarnar og teir standa sera óstillir. Eru úti í gongini eina løtu, men stinga so høvdið inn um aftur at vita, hvussu stendur til. Koma teir heilt inn móti áskoðarabeinkjunum og seta seg, so sita teir við krossaðum beinum og bíta negl. Suffa og puffa.  Onkuntíð koma teir als ikki inn í høllina, um teir hoyra, at ikki gongur teirra veg.

Seinnu árini haldi eg, at talið av monnum, ið standa uttast við hurðina, er farið at vaksa, tá H 71 og Neistin spæla. Eri sjálvur stundum farin upp í tann bólkin. Hvussu uttarlaga hvør fer at standa leygarkvøldið, koma leikararnir á vøllinum at gera av.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s