Úr myndasavninum – Sigrun Mikkelsen hevði leiðaraevni á vøllinum

Rannvá Hanusardóttir(11) og Sigrun Mikkelsen(6) í dysti ímóti NSÍ. (Mynd Vagnur)

Sigrun Mikkelsen er í venjaratoyminum, sum venur neistakvinnur. Tey ungu minnast óivað ikki, tá ið Sigrun borðreiddi við stríðsvilja og framfýsni á besta kvinnuliði hjá Neistanum. Hon vann fleiri FM-heiti á hondbóltsleiðini. Nógvu árini høvdu neistakvinnur ongan vinstrahentan spælara á høgra bakki. Svanna spældi vinstri bakkur og Rannvá, sum vit eisini síggja á myndini, spældi á miðjuni. Og Sigrun gjørdi altíð nógv um seg á høgra bakki, sum høgrahentur spælari. Umframt at hava frálíkt skot, so var hennara størsta styrki, at hon við sínari kropsstyrki og kropsfintum fór buldrandi gjøgnum mótstøðuverjuna. Sigrun spardi seg ongantíð og toldi ikki at tapa. Hon hoyrdist á vøllinum og segði sína meining bæði við viðspælarar, dómarar og spælarar. Tú visti altíð, hvar tú hevði Sigruna. Við árunum er hon vorðin nakað spakari, men á síðulinjuni hoyrast framvegis tey gomlu “rópini”, sum hon hevði nógv av á ungum árum. (Vagnur)

6 thoughts on “Úr myndasavninum – Sigrun Mikkelsen hevði leiðaraevni á vøllinum

  1. Ja, hevði hon ikki havt syndað síðan hasa myndina! Hon er blivin spakari við árinum, eg meini tað!
    Sigrun góða, tú var avgjørt ein góð fyrimynd. Tú var venjari hjá okkum í fleiri ár við góðum úrslitum, sjálvt um vit sníktu okkum at roykja.
    Nú ert tú í venjaratoyminum, ein fongur fyri neistakvinnur.
    Drívið á.

    Like

  2. Sigrun var ein “klassa spælari”. Hon var sera viljasterk, ágrýtin, gav seg ikki og ikki at gloyma sera skjót á vøllinum. Vit høvdu stóra virðing fyri Sigrun. Haldi eisini eg kann siga, at hon var / er sera social. Sigur sína erligu meinig – tað er gott. Tú gert eitt megnar arbeiði í felagnum. Alt tað besta.

    Like

  3. Ja, nógvar munnu vit vera sum hava havt Sigruna sum fyrimynd, bæði sum venjari og leikara. Tú visti/veit altíð hvar tú hevði hana og fekk eisini at vita hvat tú skuldi gera og hvat tú absolut ikki skuldi gera, bæði á vøllinum og uttanfyri. Men at hon er blivin spakari við árinum, eg meini tað, sum Guðrun sigur 🙂 vónandi læra okkara kvinnur líka nógv av tær sum vit hava gjørt – so koma tær langt 🙂

    Like

  4. Ja, tað er so mangt tú kundi skrivað um Sigruna. Men tað er einki at ivast í, at vit eru nógv sum fegnast um at hon aftur er komin í gongd. Vit minnast hana øll á vøllinum.
    Hon var sum eitt tanks ! Eitt tap uttan stríð til seinasta sekund, tað varð snøgt sagt ikki góðtikið. Tí fingu vit eisini úrslitini. Tað hevur verið ein stórur saknur tey seinastu árini, og er tað nakar sum kann fáa tann partin aftur á rættkjøl, so er tað Sigrun. So góða eydnu framyvir !

    Like

  5. Hey tit øll, og ja ja eg má takka fyri góð orð.

    Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara spælarar og at fáa alt at virka sum eitt lið. Vænti at tað tekur nakað av tíð enn, men vit eru so sanniliga á rættari kós við nógvum góðum ungum og eldri spælarum.

    Koyr á NEISTIN
    Ps. Kára, Edel Maria skrivar at eg var skjót 🙂
    Og jú tit er eri blivin sera spøk, nú eg eri kona og mamma trimum børnum 🙂

    Sigrun

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s