Neistin – Team Klaksvík 41- 24 (21-9) Klaksvíkingar hava enn nógv at læra

Guðfinnur Thorsteinsson skeyt 5 mál í dag (Mynd: Jón)

Løgið at síggja Neistan spæla ímóti Team Klaksvík seinnapartin. Team Klaksvík hevur nógvur ungar evnaríkar spælarar, fleiri góð  uppbygd álop og fleiri góð mál, men í verjuspælinum haltar. Spælararnir dugu ikki at verja skjýttarnar hjá Neistanum, og tí er málverjin seldur og fær ikki fatur í tí nógva. Álopið hjá Team Klaksvík stendur seg nógv betur enn verjuspælið. Spælararnir úr Team Klaksvík hava enn nógv at læra, og tað sæst tíðuliga, at liðið ikki enn megnar leikferðini í bestu deildini, og tað, at málverjarnir og verjurnar eru betur. Neistamenn hava góða manning, og seinnapartin var nógv skift út. Eina løtu í seinna hálvleiki sat øll tann eldra stamman í beinkinum, meðan teir ungu vóru á vøllinum. Seinnapartin var klárur munur á toppi og botni í Atlantic Airways-deildini. Í dag vann KÍF 30-25 á Kyndli og VÍF vann 28-15 á StÍF. (Vagnur)

 

Málsjúttar Neistans: Finnur Hansson 10, David Edvardsen 7, Guðfinnur Thorsteinsson 5, Jákup Apol 4, Heini Hanusarson 4, Jugoslav Djumic 4, Rósing Rasmussen 2, Áki Mørk 2, Sjúrður Thomasen 1, Heini Ragnarsson 1 og Kristian Dulavik 1.

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 5, Zarko Pejovic 5, Dánjal Kjærbo 4, Jón Jacobsen 3, Kristoffur Jacobsen 2, Andrias Ellingsgaard 1, Gunnar á Steig 1, Beinur Heðinsson 1, Jógvan Hansen 1 og Henry Heinesen 1  Dómarar: Magnus R. í Króki og Tummas Juul Thomsen

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s