Rakul Magnussen fekk nýtt krossband í knæið í Danmark

Rakul arbeiðir í Skemmuni. (Mynd Vagnur)

Í februar mánað í 2008 sleit Rakul krossband undir venjing, og skaðin kom at broyta hennara førleikar sum hondbóltsspælari. Á Landasjúkrahúsinum mettu tey ikki, at krossband var slitið, men tá ið familjan sendi myndir av skadda knænum til “privatklinik” í Danmark, varð har beinanvegin staðfest, at krossband varð slitið. – Eg havi framvegis óttan í mær, at knæið fer aftur, og eg kann framvegis ikki gera tað á vøllinum, sum eg gjørdi, áðrenn skaðin hendi, sigur Rakul.

20 ára gamla Rakul Magnussen spælir høgri vongur á besta kvinnuliði Neistans. Hon spælir við skinnara um annað knæið, og tað sæst, at hon ikki heldur seg til, eins og hon gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Vit hava hitt Rakul og spurt hana, hvussu var at fáa ísett nýtt krossband í Danmark, hvussu hevur gingist at venja skadda knæið, og hvussu hon í løtuni følir seg á vøllinum.

– Í februar mánað í 2008 hendi skaðin undir venjing, tá ið eg fekk skump í ryggin, og annað beinið koma at standa fast í gólvinum. Eg fór fyrst heim, hevði øgiliga pínu, og knæið var hovið. Síðani kom eg á skaðastovuna, men har metti læknin ikki, at krossband varð slitið, og eg varð víst til fysioterapeut.

– Eftir at hava gingið á høkjum í tvær vikur, byrjaði eg ganga aftur. Byrjaði eisini so smátt at venja hondbólt, men eg merkti, at okkurt var galið í knænum. Tað sveik og gav eftir. Í juni mánað var eg í MR-skannaranum, og har søgdu tey, at krossband var ikki slitið.

– Í desembur mánað kom so endabresturin, tá spælari lendi á skadda knænum. Nú hevði tað svikið ov ofta. Claus Rasmussen kendi serlækna í Danmark, og vit sendu myndirnar av skadda knænum til serlæknan. Og har varð staðfest, at krossband var slitið. Leiðin gekk so til Danmarkar sama mánað, har eg fekk ísett nýtt krossband.

– Komin aftur til Føroya gekk eg á høkjum í tvær vikur, samstundis sum eg gekk til fyrioterapeut. Eg hevði onga pínu í knænum og kundi nú ganga aftur. Uppvenjingin, sum vardi í 10-12 mánaðir, byrjaði ógvuliga varliga.

Óttin er framvegis í kroppinum

­­- Eg spældi fyrsta dystin aftur í februar mánað í ár og var ógvuliga fegin um at byrja aftur at spæla hondbólt. Men eg tordi slett ikki at gera tað á vøllinum, sum eg gjørdi áðrenn skaðan. Óttin, at knæið fór aftur, spøkti aftur og aftur, sjálvt um danski læknin hevur sagt mær, at nýggja krossbandið er nógv sterkari enn míni egnu krossbond. Og nú vit skriva novembur mánað 2010, so føli eg framvegis, at eg eri langt frá komin á sama støði, sum eg var áðrenn skaðan, sigur Rakul.

Tú situr við telduna við kensluni, at okkurt er spinnandi galið í Føroyum, tá ið fólk fáa slíkar skaðar. Tú lesir um danskar hondbóltsspælarar, sum slíta krossbond og verða løgd undir skurð, ja, og so eftir eitt ár spæla tey aftur í bestu donsku deildini. Men í Føroyum sýnist alt at ganga so seint. Hvat heldur Rakul um hetta?

– Danski læknin fylgdi væl við, hvussu gekst hjá mær næstu tríggjar mánaðirnar. Hann ringdi til Føroya, og hann sendi venjingartilfar, sum føroyski fysioterapeuturin skuldi brúka. Eg gekk fysioterapeut einar 10 mánaðir, men síðani verður tú mest sum slept upp á fjall og má klára teg sjálva. Eg fekk 10.000 krónur frá Tryggingini til uppvenjingina, og skurðviðgerðin í Danmark kostaði 30.000 krónur, sum vit guldu sjálvi.

– Eg eri sjálvandi fegin at kunna spæla, men á leiðini eru eisini daprar løtur. Eg vil spæla hondbólt, men tá ið ikki gongur eftir vild, gerst tú kedd. Hetta er ein kampur alla tíðina. Eg brúki bara skinnaran í dysti, og mín vón er, at eg sleppi av við óttan og kann gera tað á vøllinum, sum eg gjørdi, áðrenn krossband slitnaði. Men tú mást stríðast fyri sakini alla tíðina, sigur Rakul at enda. (Vagnur)

2 thoughts on “Rakul Magnussen fekk nýtt krossband í knæið í Danmark

  1. Tað er super at síggja teg spæla aftur nú, tú skalt bara stóla uppá teg sjálva. Eg minist, at tú var mítt fyrsta val á høgra vongi og var straffiskjúttin hjá mær… og skoraði frá 15 metrum.Tú má minnast til, at tú er ein góður spælari, og ikki VAR góður spælari, stóla uppá teg sjálva og ikki vera bangin fyri nøkrum.Venja meira enn allar hinar, so skalt tú nokk klára teg super væl. ;))
    All the best
    Jakob

    Like

  2. Góða Rakul. Sum núverandi venjari hjá tær, kenni eg sjálvandi til tína stødu og havi fylgt tær í eitt lítið ár nú. Tann framgongd, ið tú er farin ígjøgnum hesa tíðina, er so stór og positiv, at tað gongur ikki long tíð afturat, áðrenn tú ert á fullari styrki aftur !!!
    Tað, sum er avgerandi fyri teg ( og onnur vid sama skaða ) er alla tíðdina at styrkja vøddarnar, ið verja knæðið.
    Mín vón er, at man úti í feløgnum kring landið, setirr stórt fokus á fyribyrgjandi venjingar frá ungum árum av. Hetta kann gerast sum ein fastur partur av upphitingini í einum venjingartíma ( tað finnast ein ørgrynna av øvilsum at velja ímillum ).
    Heimasíðan hevur íløtuni sjóneyga á hesar stóru og álvarsligu skaðarnar, ið leikararnir kunnu fáa, og hvussu illa stilladi ítróttarfólk eru í okkara heilsuverki ( og hvat vid tryggingum ? ), tá skaðin er hendur.
    Tí, sum aktivt ítróttarfólk á elituniveau, er ikki long – kanska eini 10 ár – og fara so 2 ár av, vegna skaða og uppvenjing, so missur Føroyskur ítróttur nógv.
    Hjá yngru leikarum kunnu slíkir skaðar gera, at teir halda uppat at íðka ítótt – stórt spell, um nú fyribyrgjandi venjing kundi havt bjarga teimum frá hesum skaðum.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s