Jón var skaddur í eitt ár, men fekk skjótt møguleikan aftur

Jón Ludvig hevur verið óførur higartil í kappingini. Jón við númmar fýra á troyggjuni.

Linjuspælarin Jón Ludvig hevur spælt ógvuliga væl fyrstu dystirnar í kappingini. Jón breyt beinið á ólavsøku í fjør og var skaddur í eitt ár. Tá ið hann byrjaði venjingina aftur í summar, roknaði hann ikki við at koma beinleiðis inn á besta liðið, tí Jugoslav er besti linjuspælari í landinum. Men Jugoslav og Kristian Dulavík hava verið skaddir leingi, tí fekk Jón møguleikan beinanvegin.

Linjuspælarin Jugoslav Djumic spældi ótrúliga væl seinasta kappingarár, men hann hevur ongan dyst spælt í núverandi kapping, tí skaði í tjúkkanum hevur leingi darvað. Fyri nøkrum viku síðuni royndi hann seg aftur á vøllinum, men mátti gevast beinanvegin. Nú skal Jugoslav so royna aftur ímóti Team Klaksvík sunnudagin.

Neistamenn hava tríggjar linjuspælarar. Jón Ludvig, Kristian Dulavík og Jugoslav Djumic. Tá ið bæði Kristian og Jugoslav hava verið skaddur, kom Jón beinleiðis inn á liðið eftir hava verið skaddur í eitt ár.

– Eg havi staðið í skugganum av Jugoslav, og tá ið eg byrjaði at venja í summar, hugsaði eg fyrst og fremst, um beinið fór at halda. Og tað gjørdi tað. Hevði ikki roknað við at fingið so nógva tíð á vøllinum beinanvegin, men tá ið bæði Kristian og Jugoslav vóru skaddir, so var bara eg til at taka hjá venjarunum. Tó hevur Jákup Apol eisini spælt á linjuni, nú vit bara hava havt ein linjuspælara.

– Jú, tað hevur gingið væl hjá mær, men nú broytist støðan við spælitíð, tí bæði Kristian og Jugoslav hava sagt seg vera klárar ímóti Team Klaksvík. Men eg rokni við, at eg sleppi eisini upp í part, tí venjingarstøðan hjá Jugoslav heldur ikki til heilan dyst, sigur Jón í stuttari viðmerking.

Tú sást Jón spæla ímóti VÍF, og tá skeyt hann átta má, og hann var tryggur frá linjuni. Eisini er hann góður verjuspælari. Jón fekk møguleikan frá kappingarbyrjan og hevur tikið av møguleikanum við góðum avrikum. (Vagnur)

4 thoughts on “Jón var skaddur í eitt ár, men fekk skjótt møguleikan aftur

  1. Ja Jón, hvat tað er stuttligt at síggja, hvussu væl tú ert komin við. Minnist eg rætt, hevur tú minst í 10 ár sitið á beinkinum sum nr 2 strikuspælari. Hetta er hart arbeiði, sum tú kanst vera stoltur av.Ssovandi kemur man ikki til nakað.
    Og so ert tú eisini suðoyingur. 🙂
    maria

    Like

  2. Søgan um Jón vísir, at tað at hava tol og samstundis koyra á til venjing gevur úrslit. Skaðar og annað koma jú alla tíðina og tá er at vera klárur.
    Hóast skaddur nakað leingi – ja síðan eg byrjaði at venja eitt sindur meira enn eina fer, so verður givið 100% til venjing. Ein sera góður hugburður at hava.

    P.s. nú fær Heini helst kapping um hvør vil sleppa í miðlarnar næstu fer. ha,ha 🙂

    Like

  3. Tað er lítið at ivast í, at vit í Jón eiga ein sera góðan og raskan leikara, ið sjálvdan letur stríðsvilja ella arbeiðsavrik liggja eftir.
    Nakað tað sama siga arbeiðsfelagarnir um hann. Hjá PM hevur hann verið ein rættuliga góður fongur, ið altíð er til klárur, tá tær heldur keðiligu uppgávurnar skulu loysast (sum í hondbóltinum eisini). Spell, at Jón hevur verið so darvaður av skaðum síðstu árini 😦
    Drív á Jón! 🙂

    Like

  4. Haldi eg kann siga, at Jón er eitt eksemplariskt dømi um, at man skal ongantíð geva skarvin yvir. Við einum ráðvilja, røttum hugburði, positivum og skemtiligum lyndi ber alt til, sjálvt tað mest ótrúliga – havi eg fingið mær fortalt 🙂

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s