Úr myndasavninum – Fyri kreppuna fyrst í 90 árunum spældu manslið eisini í 4. deild

Neistin 3. deild menn í 80 árunum. St.f.v: Jan Müller, Sofus Andreasen, Líggjas Husgaard, Jógvan Martin Mørk og Jákup Simonsen. Húkandi frá vinstru: Egga Jensen, Hans Jákup Hermansen, Bjørn Patursson og Rahm í Króki. (Mynd Vagnur)

Tá ið dapra kreppan í Føroyum var í hæddini fyrst í 90 árunum,  fluttu 6000 fólk úr Føroyum undan kreppuni. Og hetta gjørdust eisini stórur smeitur fyri føroyskan hondbólt, tí summu feløg funnu ongantíð gamla stevið aftur. Myndin omanfyri er av 3. deildarliðnum hjá Neistanum. Hetta vóru “eldri” spælarar, sum hugnaðu sær í 3. deild. Teir byrjaðu í 4. deild, sum teir vunnu, og hildu kósina upp á tindin í 3. deild, sum teir eisini vunnu. Hetta var seinnu hálvu í 80 árunum. Tá kreppan hæsaði av, var eingin 4. deild og fá lið í 3. deild. Neistamenn hjúklaðu um mansliðið, og mangan stuttleika teir sær. Umframt spælararnar á myndini høvdu kend neistanøvn sum Hans Mortensen, Hans Holm og Jens av Reyni eisini spælt við liðnum. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s