Væleydnað ungdómstiltak í Norðoya Sparikassa í Miðlon

Sølvi Reinert Hansen, Ingilín Holm og Durita Rouch

50 neistaungdómar vóru í seinastu viku møtt til væl eydnað tiltak um skaðar í ítrótti, og hvussu vit fyribyrgja skaðar. Tiltakið var í góðum hølum í Norðoya Sparikassa í Miðlon, og tiltakið var fyri aldursbólkarnar gentur og dreingir 14 ár og 17 ár. Nevnd Neistans vil hervið takka Ingilín Holm, Duritu Rouch, Sølva Reinert Hansen, Mikkjali Thomassen og Norðoya Sparikassa, at tiltakið gjørdist veruleiki. Ingilín og Durita tosaðu millum annað um at fyribyrgja skaðar, týdningin at hita væl upp, og hvat spælarin sjálvur kann gera til tess at fyribyrgja skaðar, og hvat nú um skaðin hendir? Sølvi tosaði millum annað um kroppin, ítróttur og kostur, og hvussu vit fáa kroppin at virka best. Mikkjal greiddi frá rúsevnum, og tað at vera normalur og velja rúsevni frá. Hvussu skaðilig rúsevni eru,  og hvørjar fylgir rúsevni hava fyri tann einstaka. Eitt væleydnað tiltak, sum vit vóna felagið fer at endurtaka. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s