Úr myndasavninum – Trý kend ítróttaandlit sum farin eru

Frá vinstru: Meinhardt Arge, Elinborg Trónd og Venna Mortensen á ítróttaferð kring oyggjarnar. Á myndini niðast til høgru hevur spælari hondbólt við á ferðini.

Elsa Horn nevnir í Vangamynd 10 um nógvu hondbóltsferðirnar kring oyggjarnar saman við fótbóltsspælarum úr HB og B36. Í myndagoymsluni er mynd av trimum kendum ítróttaandlitum úr Havn. Á myndini síggja vit tveir kendar fótbóltsspælarar úr HB Meinhardt Arge og Venna Mortensen. Døturnar hjá Venna spældu allar í Neistanum, meðan synirnir hjá Meinhardti spældu fótbólt í HB og hondbólt í Kyndli. Millum báðar HB-ararnar situr Elinborg Trónd, sum spældi á besta kvinnuliði hjá Neistanum. Elinborg var ferðaleiðari á minniligu Noregsferðini í 1964, tá ið dreingjalið og gentulið úr Neistanum í tríggjar vikur ferðaðust og spældu dystir í Noregi. Tey eru øll trý farin. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s