H71 skal leggja størri orku í at menna gentu-og kvinnuhondbóltin

Nevndin í H71 vil menna gentu-og kvinnuhondbóltin . (Mynd Vagnur)

Undirritaði varð biðin um at skriva grein til dystarblað hjá H71. H71 skuldi spæla ímóti StÍF 20. oktobur. Tú kundi sjálvur velja evnið at skriva um. Nógvir av teimum, sum stovnaðu H71, spældu hondbólt í Neistanum. H71 var fyrstu nógvu árini mest sum bara dreingja-og mansfelag, men nú ætlar nevndin, at gentu- og kvinnuhondbólturin veruliga skal mennast í Hoyvík. Helt, at lesarar hjá heimasíðu Neistans eisini skulu fáa møguleikan at lesa greinina. Greinina kanst tú lesa niðanfyri.

H71 skal leggja størri orku í at menna gentu- og kvinnuhondbóltin

H71 varð stovnað 1971 av nøkrum unglingum í Hoyvík, sum flestir spældu í Neistanum. Hetta var júst um tað mundið, tá ið høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu, og hondbóltsspælið fór frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl. H71 valdi frá byrjan leikbúnan hvítan og reyðan og var hondbóltsfelag fyri dreingir og menn, sjálvt um hissini gentulið eisini spældu í landskappingini.

Uttan at nevna nøvn, so vóru tað eftirnøvnini Djurhuus, Simonsen, Hoydal, Olesen og Ellefsen, sum mest gingu aftur í felagnum, og sum hildu tørn, sjálvt um venjingarumstøðurnar ikki vóru nøktandi hjá felagnum. H71 vandi í fimleikahøll í Hoyvík og hevði fáar tímar í høllini á Hálsi, har felagið eisini spældi sínar heimadystir.

Hoyvíkingar strembaðu í nógv Harrans ár eftir at fáa høll í Hoyvík, men ferð eftir ferð rendi felagið seg í ymsar forðingar. Men eftir aldarmótið bragdaði, og nú fór H71 at fáa høll í Hoyvík, og harvið kundi felagið mennast eins og Kyndil og Neistin.

Undirritaði hevur verið nevndarlimur í Gundadalshøllini síðani 1991 og má siga, at tú gjørdist ikki sørt vónbrotin, tá ið tú sást tekningar av nýggju høllini. Vitandi um, at í framtíðini komu 5000 fólk at seta búgv í Hoyvík, so helt tú tað vera burturvið at byggja nýggja høll við mest sum ongum sitiplássum og øðrum hentleikum. Vit vóru fleiri, sum søgdu við ábyrgdarfólk í H17, at tey máttu fáa broytt hetta, men tey tordu ikki at muta ímóti hjá kommununi, tí vandin var, at H71 so ikki fekk nakra høll í bræði.

H71 hevur nú eins góðar venjingarumstøður og Neistin og Kyndil, men tað var ótrúliga spell, at høllin ikki gjørdist bara fimm metrar breiðari. Tó er at fegnast um, at útbyggingar fara fram suðureftir, men hví dugdu fólk ikki at síggja inn í framtíðina, tá ið høllin varð bygd?

H71 er væl skipað felag

Vit skriva nú 2010, og tú hevur varhugan av, at felagið H71 er í góðum hondum, ja, fyrrverandi H71-venjarin Kári Nielsen segði við undirritaða í grein á heimasíðu Neistans, at hann ongantíð áður hevði arbeitt í einum so vælskipaðum felag sum H71. Hetta má vera stórt herðaklapp til afturvaldu nevndina í felagnum, sum er mannað við foreldrum at spælarum.

Gomlu eftirnøvnini Djurhuus, Simonsen, Hoydal, Olesen og Ellefsen eru enn har, men tey eru ikki øll nevndarlimir í felagnum, men arbeiða sum venjarar og hjálparfólk.

Tað hevur veruliga eydnast H71 við góðum venjarum at menna dreingja- og manshondbóltin. Nú verða øll segl sett at menna gentu- og kvinnuhondbóltin.

H71-kvinnur spæla í 1. deild, og vónandi gongur leiðin í Sunset-deildina. Men hetta kann gerast tungur burður, tí føroyskur kvinnuhondbóltur er í tí støðu, at frágangur av ungum kvinnum er óvanliga stórur. Eftir miðnámsútbúgving fara ungu kvinnurnar í allar ættir. Sjálvt stórt felag sum Neistin hevur trupulleikar at manna kvinnuliðið í bestu deildini.

Míni boð til leiðsluna í H71 eru hesi: Haldið somu kós sum seinastu árini, har tit leggja stóra áherðslu á at menna ungdómshondbóltin við góðum tilkomnum venjarum. Fleiri og fleiri fólk seta búgv har á leiðini, og nógv børn leita til H71. Fáið fatur í foreldrunum at spælarum, og nógv er vunnið, um tit fáa hesi at loysa bara eina lítla uppgávu hvør fyri felagið.

Mansliðið hjá H71 vann FM-heitið í 2008, og eg má siga, at tað var stórt spell, at felagið ikki tók av avbjóðingini at melda liðið til altjóða kappingina fyri meistarar. Bara tað at fyrireika slíkt tiltak er stórur lærdómur fyri felagið H71. Men sum eg skilji á lagnum, so var tað ikki nevndin í H71, sum ikki helt seg til, men spælarar høvdu aðrar ætlanir eftir kappingarlok í 2008.

Verður núverandi kós hjá H71 hildin, so er ikki at óttast. H71 er og verður altíð eitt av stóru, góðu og væl riknu hondbóltsfeløgunum í Føroyum.

Tað er mín vón, at leiðslan í H71 leggur enn meira orku í at menna gentu- og kvinnuhondbóltin, tí føroyskur kvinnuhondbóltur hevur brúk fyri H71.

Vagnur Michelsen

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s