VB – NEISTIN 26-26 (13-12) Vit halta mest sum alla tíðina aftaná, sigur neistavenjarin Birgir Hansen

Neistakvinnur tryggjaðu sær sunnudagin eina stigið í seinastu sekundunum í Vági

Neistakvinnur spældu sunnudagin næsta dystin í kappingini ímóti VB í Vági. Vit hittu venjaran hjá neistakvinnum í stuttum práti, eftir at hann var komin til Havnar sunnukvøldið. – Í stuttum kann eg siga um dystin, at neistakvinnur mest sum alla tíðina haltaðu aftaná VB. Í fyrra hálvleiki komu vit eitt skifti fram um og eisini fyrst í seinna hálvleiki, men so stóð á restina av dystinum. Eg eri mest keddur um, at neistakvinnur framdu 25 mistøk, tá ið man sigur, at eini 12-14 mistøk eru vanlig. Og tað, at fleiri spælarar ikki eru nóg støðufastir í spælinum. Tær gera fyrst nógv frálík avrik, men so melda tær seg út úr spælinum. Neistaverjan var til tíðir góð, og so stóð Fríða Petersen ógvuliga væl í neistamálinum. Hon bjargaði millum annað seinasta VB skotinum, sum førdi til, at Neistin fór í álop og tryggjaði okkum javnleikin, sigur Birgir. Í annaðkvøld spæla neistakvinnur á heimavølli ímóti Tjaldri. (Vagnur)

Málskjúttar VB: Gintare Lydekaite 10, Bára Mortensen 4, Rannvá Johannesen 4, Justina 3, Guðrun Mortensen 2, Sváva Vestergaard 2 og Una Egilsdóttir 1

Málskjúttar Neistin: Barbara Brauer 11, Birita Wardum 4, Bára Hansen 3, Jacklin Durhuus 3, Marjun Danberg 3 og Katrin á Neystabø 2

Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s