Stjørnan vil vinna á bróstkrabba, vilt tú eisini?

Spælararnir hjá Stjørnuni spæla týskvøldið í serligum spælitroyggjum, ið lýsir stuðulstiltakið.

Týskvøldið í næstu viku klokkan 19 spæla Sunset-liðini hjá Stjørnuni og Kyndli í Klakvík, og tá vil Stjørnan varpa ljós á, at bróstkrabbi kann raka økkum øll. Virki og einstaklingar kunnu stuðla við at seta pening á serliga konto, og atgongupeningurin fer óskerdur til sama endamál. Lesið skrivið, ið Stjørnan hevur sent fjølmiðlunum.

Stuðlið bróstinum, vit vilja vinna!

Ein av nýggju kvinnum fáa bróstkrabba. Hondbóltsfelagið Stjørnan vil fegin varpa ljós á, at bróstkrabbi kann raka okkum øll.
Týsdagin 19/10-10 kl 19.00 leikar Stjørnan ímóti Kyndli á heimvølli. Stjørnan vil nýta hetta høvið at stuðla tiltakinum “støt brysterne”.

Hetta verður gjørt soleiðis, at einstaklingar og virki kunnu lata eina gávu til ”støt brysterne”. Hetta kann gerast við at keypa atgongumerki til dystin týsdagin, ella við at lata eina peningagávu, sum kann latast uppí KÍ-høllini ella flytast á konto í Norðoya Sparikassa  9865- 0009846977.

Í samband við dystin verður allur stjørnuhópurin í serstakum spæliblusum við búðmerkinum hjá “støt brysterne”.

Stjørnan vónar at tiltakið verður væl stuðlað av virkjum og einstaklingum.

Minst til: SJÁLVT eitt atgongumerkið á 70 kr stuðlar endamálinum.

Allir innkomin peningur fer óskerdur til “støt brysterne”.

Stjørnan vil vinna á bróstkrabba, vilt tú eisini?

3 thoughts on “Stjørnan vil vinna á bróstkrabba, vilt tú eisini?

  1. Eitt sera gott tiltak, hugsi tykkum, at 9. hvør kvinna verður rakt av bróstkrabba, so mín vón er, at høllin verður fylt við áskoðarum bæði úr Havn og Klaksvík og aðrastaðni frá til at stuðla hesum tiltakinum. Vónandi fáa vit eisini ein góðum hondbóltsdyst.

    Like

  2. hey tit .

    Super tiltak sum rørir mínar og nógvar aðrar hjartastreingur. Vóni eisini, at høllin verður fullsett:)
    Sera gott og viðkomandi tiltak hjá tykkum.Takk fyri tað.

    Ynski tykkum ein góðan og spennandi dyst í hjartanemandi anda. Vanti, at fleiri í høllini verða rørd, tá ið stjørnukvinnurnar koma á vøllin í flottu blusunum.
    Alt tað besta

    Turið Horn

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s