Kostar ov nógv at síggja hondbólt í bestu deildunum

Tað skal ikki kosta meir enn 50 krónur at síggja hondbólt í bestu deildunum, halda kvinnurnar.

Spælarar í kvinnuhópinum í Neistanum hava vent sær til heimasíðuna í sambandi við, at tær halda, at tað kostar ov nógv at síggja liðini spæla í bestu deildunum. Lesið teirra áskoðan niðanfyri.

Nýggi kappingarleisturin leggur upp til, at Sunset lið og Atlantic Airways lið hjá sama felagi ikki spæla sama dag. Kvinnurnar vænta, at fólk fara ikki at gjalda 70 krónur fleiri ferðir um vikuna, og føra somuleiðis fram, at tað skal ikki kosta meira enn 40 ella kanska 50 krónur at koma til dyst í bestu deildunum, og børn og ung upp til 18 ár skulu sjálvandi sleppa ókeypis til dyst. Tær vísa á, at útlendskir spælarar siga, at tað kostar ov nógv hjá áskoðarum at koma til dystirnar. Verður kostnaður settur niður, so koma heilt vist fleiri fólk til dystirnar, halda kvinnurnar.

Áskoðaratalið til kvinnudystirnar hjá Neistanum hevur verið lágt í fleiri ár, og kemur hetta nokk av, at neistakvinnur ikki hava klárað seg so væl seinastu árini. Tó halda kvinnurnar, at prísurin møguliga eisini hevur eina ávirkan á lága áskoðaratalið, og leggja afturat, at tað er meira hugaligt at spæla dyst, tá høllin ikki er tóm.

Tað eru annars feløgini í HSF, sum eru samd um, at tað skal kosta 70 krónur at síggja dystir í bestu deildini, men vilja kvinnurnar heita á feløgini um at lækka prísin til tess at fáa fleiri áskoðarar í høllina. Tær vísa somuleiðis á áskoðarakreppuna innan fótbóltin. Áskoðaratalið til fótbóltsdystirnar er minkað munandi síðani prísurin fór upp.

Neistakvinnurnar vísa eisini á, at tað eru nógvir møguleikar at bøta um umstøðurnar. Eitt nú kundi man roynt við, at nakrir dystir vóru ókeypis, og síðani hækkaði prísurin, so hvørt sum kappingin leið. Ein annar møguleiki er, sum áður nevnt, at seta prísin niður til einans 40 kr.

Hvørja hugsan hava fólk og feløg til nevna trupulleikan, og hvat halda fólk og feløg um at gera okkurt við núverandi umstøður? (Vagnur)

One thought on “Kostar ov nógv at síggja hondbólt í bestu deildunum

  1. Hetta er nakað, kvinnurnar tosa um, og eri eg kanska eisini samd við teimum í tí.
    Tað er sera umráðandi, at vit gera eitthvørt, soleiðis at vit ikki bara góðtaka at fáir áskoðarir eru.
    Vit skulu hava í huga, at í dag rindar tú við hvørt bara fyri ein dyst og ikki tveir dystir í bestu deildunum. Eg havi ikki hugsað um tað fyrr, at tað var ov nógv at gjalda 70 kr. tá ið eg fór í høllina, men tá sá eg eisini tveir dystir hjá bestu liðunum í felagnum. Men soleiðis, sum kappingin er skipað í dag, rindar tú faktiskt tað sama fyri ein dyst, og tað kann tykjast ov nógv.
    Eg haldi, at allir skúlanæmingar eiga at sleppa ókeypis sum áskoðarar til allan ítrótt í Føroyum.

    Sigrun

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s