Sunset kappingin – Nú bíða vit eftir styrkini hjá Tjaldri

Stjørnan vann 30-23 á VÍF týskvøldið. (Mynd Álvur)

Fýra dystir eru higartil spældir í Sunset kappingini, og vit hava fingið ábendingini, hvussu liðini eru fyri. Stjørnan hevur á heimavølli vunnið trygt á Neistanum 28-22 og á VÍF 30-23. VÍF vann á Skála 32-27 á StÍF, og VB vann 24-18 á Kyndli í Havn. Leygardagin spæla VB og Stjørnan í Vági og Sunnudagin VÍF og Kyndil í Vestmanna. Tað vil siga, at um Stjørnan vinnur í Vági, so hevur liðið longu spælt tríggjar dystir og hevur seks stig, áðrenn Tjaldur spælir fyrsta dystin. Tjaldur spælir fyrsta dystin 9. oktobur ímóti VB í Runvík, tí dystur millum Neistan og Tjaldur er útsettur vegna námsferð hjá nøkrum neistakvinnum. Stjørnan sær út at hava somu styrki sum seinasta kappingarár, sjálvt um Simona Petersen, Joan Joensen, Durita Kristoffersen og Annika Ljósstein ikki eru á liðnum. Nú bíða vit eftir styrkini hjá Tjaldri til 9. oktobur, og tað er ógvuliga óheppið fyri  kappingina, at so er. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s