Birgir Hansen, neistavenjari: Sunset-kappingin gerst javnari

Birgir spáar javnari kvinnukapping í vetur. (Mynd Vagnur)
Simona Petersen til høgru spælir nú í gulum.

Seinasta kappingarár vóru Stjørnan og Tjaldur betri enn hini liðini, tí vóru tað júst tey, sum spældu FM-finalurnar. Fleiri av kvinnuliðunum er nógv broytt síðani seinasta kappingarár, og fleiri venjingardystir higartil hava eisini staðfest hetta. Neistakvinnur hava spælt venjingardystir ímóti fleiri liðum, og vit hava spurt neistavenjarin Birgir Hansen, hvat hann hevur sæð í venjingardystunum. – Tjaldur og Stjørnan hava varðveitt sína styrki og mugu metast sum favorittar, sigur Birgir.

Um eina viku byrjar landskappingin í hondbólt, og vit eru sjálvandi ógvuliga spent, hvussu leikur fer fyrstu dystirnar. Áhugavert at síggja, hvussu liðini eru mannað. Serliga er torført hjá Sunset-liðunum at varðveita allar spælarar frá farna ári.

Neistakvinnur hava eins og undanfarin ár eisini nógv nýggj andlit í hópinum. Venjaratoymið leggur nú alla orku í at fáa samanspælt neistaliðið. Venjingardystir eru spældir, og vit hava spurt neistavenjaran Birgir Hansen, hvat hann hevur sæð higartil í venjingardystunum.

– Neistakvinnur hava spælt venjingardyst bæði ímóti Stjørnuni og Tjaldri, og eingin ivi um, at bæði Stjørnan og Tjaldur hava framvegis styrki at vera heilt frammí oddinum. Ja, eg vil meta Stjørnuna og Tjaldur aftur í ár sum favorittar til FM-heitið. Tjaldur hevur somu manning, tó er Simona Petersen komin til Tjaldur úr Stjørnuni, og Alina Olaru spælir ikki. Tjaldur hevur við Simonu varðveitt skotstyrkina.

– Stjørnan hevur mist Simonu Petersen, sum altíð er tryggur skjútti gjøgnum alla kappingina. Men Stjørnan hevur framvegis frálíka skotstyrkju í Duritu Ljósstein, Valentinu og Duritu Kristoffersen. Serliga bitu vit merki í, at Durita Ljósstein nú veruliga kemur til sín rætt á vinstra bakki, har Simona spældi. Ungi spælarin Ella spælari væl og Una er eisini har. Joan er skadd og kemur við seinni, jú, Stjørnan hevur framvegis styrkina at endurvinna FM-hetið.

– So haldi eg, at Neistin, VÍF og VB koma í hølinum á Tjaldri og Stjørnuni. VÍF-kvinnur mentust nógv seinasta kappingarár, og ungu evnaríku spælararnir eru jú blivnir eitt ár eldri. VB hevur tríggjar útlendingar í hópinum, og Guðrið spælir aftur.

– Í Neistanum hava vit eitt spenandi lið við royndum og óroyndum spælarum. Fimm ungar kvinnur fara fyri fyrstu ferð at royna seg í Sunset-deildini. Síðani rokni eg við, at Kyndil og StíF koma at fáa tað trupult í vetur, tí Kyndil er komið úr 1. deild og er mannað við ungum spælarum, og StÍF hevur eisini mest sum nýggja manning við nógvum ungum spælarum.

– Tá ið alt omanfyri er sagt, so rokni eg tó við, at Stjørnan og Tjaldur ikki sleppa so lætt sum seinasta kappingarár. VB, VÍF og Neistin fara at taka stig frá Tjaldri og Stjørnuni, og vit fáa heilt vist eina nógv javnari kapping enn seinasta vetur, sigur Birgir at enda. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s