Jugoslav Djumic fær serliga uppliving í Serbia í kvøld

Serlig uppliving hjá Jugoslav at spæla í heimlandinum í kvøld. (Mynd Birgir Sondum)

Serbin Jugoslav Djumic kom til Føroya í 2005 og tvívíst so mikið væl í Føroyum, at hann, konan Danijela og sonur Stefan ætla sær ikki úr Føroyum fyribils. Neistamenn spældu eisini altjóða dystir í Serbia í fjør, og Jugoslav var neistamonnum stór hjálp. Millum annað fekk hann fatur í kendum serbiskum vøddarmýkjara at hjálpa neistamonnum. Í kvøld er Jugoslav so aftur í heimlandinum. Hann kennir nakrar av spælarunum, annars vita neistamenn ikki nógv um serbiska liðið Metaloplastika. 22. februar 2009 skrivaði undirritaði grein um familjuna Djumic, sum tú kanst lesa niðanfyri.

Rein luft og friðarligt í Føroyum

25 ára gamli Jugoslav Djumic, kona hansara, 24 ára gamla Danijela Tomajek Djumic, og hálvtannaðára gamli Stefan búgva í hugnaligum húsum úti á Reyni. Longu í durinum merkir tú, at her trívast fólk, tey eru øll trý fyrikomandi og vinalig. Mamma Jugoslav vitjar í løtuni í Føroyum, og eldri føroysk vinarkona, tey rópa omma, sat eisini í stovuni.

Danijela kom til Føroya longu í 1999, tí mamman, Vesna Tomajek, kom til Klaksvíkar at venja Stjørnuna. Jugoslav og og Danijela funnu saman í heimbýnum Crevenka í Serbia, sum er á stødd við Havnina. Jugoslav kom í 2005 til Føroya at vitja unnustuna, og tá ið hann nú hevði spælt sum yrkisspælari í fleiri ár, so var møguleiki at vera verandi í Føroyum. Men hvussu kom hann í Neistan?

– Eg kom at royndarvenja í KÍF og Kyndli, men so var tað Claus, sum bað meg koma í Neistan, tí teimum vantaðu ein linjuspælara. Og tað var góð avgerð, tí eg trívist ógvuliga væl í Neistanum. Í tíggju ár var eg yrkisspælari í heimbýnum og spældi eisini eitt ár við Red Star í Beograd. Vit vandu altíð tvær ferðir um dagin og spældu ein venjingardyst um vikuna.

– Spæli nú á triðja ári við Neistanum. Fyrsta árið gekk ikki so væl, men so fór at ganga betur hjá neistaliðnum og mær sjálvum. Mær dámar betur og betur í Føroyum, fólk eru ógvuliga fyrikomandi og blíð. Við tíðini havi eg eisini vant meg við føroyska veðurlagið, sum er øðrvísi enn í Serbia, sigur Jugoslav við einum smíli.

Danijela tosar væl føroyskt, men tað ger Jugoslav ikki. Føroyar eru við tíðini blivnar hennara heimland, tí hon var bara fimtan ár, tá ið hon kom til Føroya.

– Mær dámar so væl reinu og frísku luftina, og í Føroyum er so friðarligt, lítið av sterkum rúsevnum og so einki politiskt stríð, sum vit kenna í Serbia. Eg arbeiddi í nøkur ár á fiskavirkinum í Gøtu, men í løtuni eri eg heimagangandi húsmóðir og ansi soninum. Føroyar eru við tíðini vorðnar heimland mítt, sigur Danijela.

Og hvat heldur so Jugoslav um føroyskan hondbólt?

– Sjálvandi er stórur munur at venja tvær ferðir um dagin hvønn dag í viku í Serbia og í Føroyum at venja í høll tríggjar ferðir um vikuna eftir arbeiðstíð. Men eg haldi, at føroyskur hondbóltur er batnaður, síðan eg sá fyrsta dystin fyri fýra árum síðani. Eg legði skjótt til merkis, at føroyskir spælarar eru ikki nóg kropssterkir, og at dentur ikki verður lagdur á at venja miðvísa styrkivenjing.

– Eisini haldi eg, at tað verður runnið alt ov nógv undir venjing, skiljast á tann hátt, at fáu hallartímarnir skulu brúkast til at betra einstaka spælaran og til skipað spæl. Spælararnir kunnu renna úti, og eg renni sjálvur hvønn dag til tess at orka betur á vøllinum.

– Eg havi eisini lagt til merkis, at tá ið venjingin er liðug, fara spælarar beinleiðis undir brúsu. Í Serbia strektu vit út í minst fimtan minuttir, áðrenn talan var um at fara av vøllinum. Miðvís styrkivenjing og at spælarar strekkja vøddarnar eftir venjing fyribyrgja skaðum, sum eru alt ov nógvir.

– Mær dámar væl ungdómspolitikkin i føroyskum hondbólti. Leggi til merkis, at tey ungu eru ógvuliga glað, og vinalagið er gott millum spælararnar. Í Crevenka taka tey eldru sær ikki nóg væl av teimum ungu. Í Føroyum eru ógvuliga nógvir evnaríkir ungir hondbóltsspælarar. Verður rætt atborið, kann føroyskur hondbóltur mennast enn meira næstu árini, sigur Jugoslav at enda.

Jugoslav og Danijela trívast so mikið væl í Føroyum, at tey ætla sær ikki av landinum fyrr enn í fyrsta lagi um fimm ár. Jugoslav arbeiðir í bakarínum hjá Mylnuni.

Vitjanin er av og altíð blíði og góði linjuspælarin, konan og sonurin fylgja mær í durin. Myndin av húskinum er tikin, og eg takki fyri meg. (Vagnur Michelsen)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s