Vangamyndin 3 – Hoyvíkingur, sum gjørdist íðin neistaspælari, byrjaði í Kyndli

Eins spennandi at fylgja børnunum, sum at spæla sjálv, sigur Inga. (Mynd Vagnur)

Inga Dahl er álitiskvinna í neistahøpi. Hon kom í Neistan sum 14 ára gomul, hevur vunnið FM-heitið í gentudeildini og unglingadeildini og vunnið fleiri FM-heiti í bestu deildini. Hon vann FM-heiti í borðtennis og badminton við H71 og hevur vunnið fleiri FM-heiti við besta kvinnuliðnum hjá HB. – Tað er ikki minni stuttligt at fylgja børnunum á vøllinum, sum at spæla sjálv, sigur Inga.

42 ára gamla Inga Dahl er dóttir Katrina Dahl, sum er úr Kvívík og Petur Dahl, sum er úr Funningi. Inga er fødd í Danmark og kom til Føroyar saman við foreldrunum sum seks ára gomul. Tey búðu eitt ár við Tinghúsvegin til tey á jólum 1975 fluttu í nýggj hús í Hoyvík. Inga Dahl og Jákup Hanusson eiga trý børn, átjan ára gamla Sigmund, sum spælir við H71, fimtan ára gomlu Katrina, sum spælir við Neistanum og ellivu ára gomlu Rannvá, sum eisini spælir við Neistanum. Men nær byrjaði Inga at spæla hondbólt?

– Eg var sjey, átta ára gomul, tá ið eg fór at spæla við Kyndli. Herborg Joensen var venjari. Eftir tvey ár gekk leiðin í H71, sum um tað mundið royndi at menna gentuhondbóltin í felagnum. Venjingarumstøðurnar í Hoyvík vóru sum vera man ikki góðar, tí vit máttu venja í lítlari fimleikahøll. Vit sóu jú góðu umstøðurnar í høllini á Hálsi, og tá ið gentuhondbólturin í H71 ikki fekk fótafesti, fór eg sum fjúrtan ára gomul at spæla við Neistanum.

– Í H71 spældu ungdómar eisini borðtennis og badminton, og vit vunnu fleiri FM-heiti  hesi árini. Umstøður til borðtennis og badminton vóru góðar í Hoyvíkar skúla. Í Neistanum byrjaði ein nýggj tíð á hondbóltsleiðini. Eg spældi við góðum liði, og sum neistagenta vann eg FM-heitið m.a. í unglingadeildini. Mín fyrsti venjari í Neistanum var Hans Holm.

– Í 1987 spældi eg í 2. deild, og eg var við í minniligu steypafinaluni, tá ið vit bara taptu við einum máli ímóti besta liðnum hjá Neistanum. Íslendingurin Axel Axelsson kom at venja neistakvinnur kappingarárið 1988/1989, og tá spældi eg fyrstu dystirnar í bestu deildini. Vit vunnu FM-heitið hetta árið. Umframt at spæla hondbólt um veturin, ja, so spældi eg eisini fótbólt við HB um summarið. Hetta vóru eins og í Neistanum nøkur ótrúliga stuttlig og spennandi ár. Var við at vinna fleiri FM-heiti við HB í bestu deildini, sigur Inga.

Undirritaði hevði høvuðsleiðsluna av tiltakinum Aftur í 60 árini, sum Neistin skipaði fyri í tjúgu ár, frá 1988 til og við 2007. Uttan álitisfólk aftrat tær, gerst einki. Her kom eg veruliga at kenna Ingu, sum eins og nógv onnur neistafólk tóku stór tøk. Eg tók ongantíð avgerð um at endurtaka tiltakið, uttan eg fyrst spurdi Ingu: “Inga, ert tú eisini við næsta ár”? Inga stóð fyri innkeypi av øllum tí, sum skuldi brúkast til 60 ára tiltakið. Í hesi tjúgu árini seldu vit 35.000 atgongumerki. Við tónleikarum, modellum, duravørðum og øðrum hjálparfólkum vóru 100 fólk til arbeiðis.

Inga Dahl er hoyvíkingur, býr á Ternuryggi, heldur við Neistanum, men hjartað er eisini í H71, har sonurin Sigmundur spælir. Inga er limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju, hevur havt sæti sum eykalimur í Tórshavnar býráð og arbeiðir í Eik Banka. Er hon framvegis virkin í hondbóltinum?

– Nú fylgi eg børnunum á hondbóltsleiðini. Jákup hevur vant øll børnini. Hann vandi Sigmund í H71 í tvey ár, Katrina í tvey ár, og komandi vetur verður triðja árið hann venur Rannvá. Eg síggi mest sum allar dystirnar hjá børnunum, og eg má siga, at tað er ikki minni stuttligt og áhugavert at síggja børnini spæla, enn tá ið eg spældi sjálv. Tú fært eina heilt aðra kenslu fyri felagnum, tá ið børnini spæla og ikki eg sjálv. Í sambandi við stóru Partillu ferðina í ár kann eg nevna, at eg havi fleiri ferðir verið til Partille Cup kappingina bæði sum foreldur, ja, og sum spælari. Í 1986 spældi eg við føroyska landsliðnum í Partille Cup. Vit fóru hetta árið víðari til eina kapping í Dronninglund, og saman við Mildrið fóru vit til Bornholm við einum neistaliði. Vit spældu 25 dystir hetta summarið. Eisini havi eg verið á hondbóltsferð í Italia við neistaliði, sigur Inga at enda.

Inga spældi vinstri og høgri vongur á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Eg var venjari hjá henni okkurt árið, hon var skjót, og eg minnist hana sum ágrýtnan spælara, har hennara partur ongantíð lá eftir hvørki undir venjing ella í dysti. Seinnu árini spældi hon á strikuni og vardi á miðjuni. Inga hevur ikki vant neistalið, men hevur sitið nógv við dómaraborðini. Hon var tvey ár í hondbóltsnevnd Neistans, har hon millum annað setti dómarar til nógvu ungdómsdystirnar. (Vagnur)

2 thoughts on “Vangamyndin 3 – Hoyvíkingur, sum gjørdist íðin neistaspælari, byrjaði í Kyndli

  1. Í Kyndli, hmmmm tað visti eg ikki, ná men læt tað fara tí tú valdi Neistan 🙂
    Álitiskvinna tað er púra vist.

    Like

  2. Tað visti eg heldur ikki!
    Aja, soleiðis er tað so ymiskt. Inga byrjaði í Kyndli og Sigrun í B36. Men tær komu báðar til fornuft 🙂
    Álitiskvinna ert tú Inga – ein kann altíð heita á teg 🙂

    Kára

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s