H71 kvinnur ynskja at spæla í 1. deild

Gunn Ellefsen er næstforkvinna í H71. (Mynd Jón)

1. deild hjá kvinnum hevur síðani kappingarlok verið mest umtalaða deildin, og har hendir framvegis nógv. Frá HSF fingu vit at vita fyri mánaða síðani, at Kyndil, Stjørnan, VÍF, StÍF, Søljan, Tjaldur og Neistin komu at spæla í deildini. Men nú hava Stjørnan og VÍF boðað HSF frá, at tey ikki fáa mannað 1. deildarliðið. Síðani er tað hent, at H71 hevur ynski um at hava lið í 1. deild hjá kvinnum. H71 hevur í søgu felagssins bara í millumbilum kunnað mannað kvinnulið, sum hava spælt í 2. deild og 3. deild. Næstforkvinnan í H71 Gunn Ellefsen sigur soleiðis um kvinnuhondbóltin í H71.

Ja, tað er rætt, at H71 bara í millumbilum seinastu nógvu árini hevur havt kvinnulið við í landskappingini. Men tá ið núverandi nevnd bleiv vald fyri  fýra árum síðani, var tað frá byrjan eitt brennandi ynski hjá okkum øllum, at eins stórur dentur skal leggjast á gentu-og kvinnuhondbóltin sum á dreingja – og manshondbóltin. Dreingja – og manshondbóltur hevði jú myndað felagið. So hendir tað, at rumenska parið Bogdan og Simona eru knýtt at H71. Og tá ið Simona er hondbóltsspælari, og vit hava nógvar ungar kvinnur, so hava vit sent ynski til HSF, um at kvinnulið okkara sleppur at spæla í 1. deild. Simona venur kvinnurnar og spælir sjálv. Tað verða ungar kvinnur, sum koma at mannað liðið, sigur Gunn í stuttari viðmerking.

Í nógv umtalaðu 1. deild hjá kvinnum spæla sostatt seks lið dupultkapping. StÍF, H71, Kyndil, Søljan, Tjaldur og Neistin. Nú er so at vóna, at einki annað lið tekur seg úr deildini, tí minst seks lið mugu vera í eini deild, skal deildin virka væl. Frá HSF verður sagt, at H71 fær loyvi at spæla í 1. deild. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s