Flemming Raben høvuðsvenjari hjá dreingjum 17 ár og dreingjum 14 ár

Teir hava havt fyrstu venjingarnar við dreingjunum. (Mynd Vagnur)

Nevnd Neistans hevur sett Flemming Raben sum høvuðsvenjara hjá dreingjum 17 ár og dreingjum 14 ár. Aftrat sær hevur hann Sophus Dal Christiansen sum hjálparvenjara. Haraftrat er Einar Martin við í venjaratoyminum hjá dreingjum 14 ár. Bæði Flemming og Sophus hava vant besta kvinnuliðið hjá Neistanum. Onkur kundi spurt, hví Neistin fer eftir venjarum í Kyndli. Her er stutt at siga, at venjarayrki er eitt starv. Tú skalt læra ungdómin at spæla hondbólt, tú ert undirvísari, tað veri seg um tú venur spælarar úr H71, Kyndli, Neistanum ella øðrum felag. Vestmenningur Ingi Olsen venur tildømis neistamenn og Dia Midjorð uppvaksin í Kyndli venur besta mansliðið hjá VÍF. Nógvir dreingir vóru til fyrstu venjingarnar. Flemming og Sophus skulu vera vælkomnir aftur í Neistan. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s