Úr myndasavninum – hvar bleiv av framtíð Neistans?

Framtíð Neistans 1999. Gentur 14 A: St. f. v: Mariann, Herfríð, Fríða, Marjun, Anna, Lív, Gunnvá, Sólvá, Marina, Angela, Birita og Sigrun venjari. Neistin gentur 14 B: Húkandi f.v: Rebekka, Guðrið, Heidi, Rúna, Selma, Birita, Beinta, Maria og Anja. (Mynd Vagnur)

Kom nú ein dagin fram á dystarblað frá kappingarárinum 1998/1999. Eg tók tá mynd av tveimum gentuliðum at seta í dystarblaðið. Vit feitum stavum skrivaði eg “FRAMTÍÐ NEISTANS – GENTUR 14 ár”. Í dag eru kvinnurnar 25 og 26 ára gamlar og skuldu verið í bestu árum at mannað eitt Sunset lið. Men eingin av teimum tjúgu nú kvinnunum spæla hondbólt í Føroyum. Nógvar teirra eru langt av landi skotnar, og eg haldi ikki, at nøkur kvinna spælir hondbólt uttanlands. Kom at hugsa um hesa myndina, nú gentur 14 ár hjá Neistanum vunnu altjóða kapping í Svøríki. Kunnu vit rokna við, at hesar gentur einaferð manna Sunset liðið hjá Neistanum. Óivað ikki, ella kanska bara ein ella tvær gentur. Føroyskur hondbóltur missir stóran part at gentunum, tá ið tær nærkast nítjan,tjúgu ára aldur. Flestar teirra fara tá uttanlands í lestrarørindum, fara út í onnur lond at síggja seg um, ella gevast tær bara at spæla hondbólt. (Vagnur)

2 thoughts on “Úr myndasavninum – hvar bleiv av framtíð Neistans?

  1. Hugvekjandi
    0 av 20! Statistisk plagar tad at vera 1, kanskad 2 av 10, sum sláa ígjøgnum.
    Men í Føroyum er ein stórur mótspælari. Lestrarørindini uttanlands. Tad hevur altíð verdi so, og tað fer altíð at vera so. 6-7 ár til studium og/so hjúnarband, børn. So er ikki so nógv eftir til hondbóltin.
    Tad er bara at fjálga so væl um tær, meðan tær eru tøkar. Og tað verður eisini gjørt.
    Spennandi um 10 ár, tá myndin gentur ’14 ár’ skal í sum “gomul” mynd, at síggja, hvussu tað gekk teimum. Vónandi hava tær FM heitir uppá strípu!

    Like

  2. Ja, sera hugvekjandi!

    Men…onkur teirra spælir hondbólt enn ella í hvussu so er eitt sindur…eg veit, at Rúna, Selma, Fríða og Lív halda á onkrum bólti við hvørt. Fríða og Lív hava júst átt, so tær gera einki við tað í løtuni. Rúna plagar at venja við Kyndilskvinnunum, men um hon spælir, tað veit eg ikki, men hon er so til onkra venjingina. Eg meini, at Selma hevur verið til eina venjing við okkum í summar…men hon býr í Dk, so hon spælir ikki her heima, men fer væntandi at spæla niðri við ÍF Føroyum, segði hon.

    Men jújú…heilt sikkurt áhugavert, og sum Finn Bjørn skrivar, so ávirka lestrarørindini uttanlands sera nógv.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s