Úr myndasavninum – Eftir 22 ára FM turk vunnu fegnir neistamenn FM-heitið í 2000

Neistahópurin 24. septembur 1999. Aftast f.v: Páll Poulsen, venjari, Rani Slættanes, Regin Didriksen, Elmar Ósá, Finnur Hansson, Freddy Poulsen og Bjartur Brekkstein, liðleiðari. Miðraðið f.v: Áki Mørk, Kári Mortensen, Dánjal á Neystabø, Heini Hanusarson, Áki Olsen, Hans Laksá og Karl Oddmar Rasmussen. Fremst.f.v: Regin Petersen, Rasmus Rasmussen, Bogi Henriksen, Páll Nólsoy, Petur Magnusson, Finn Mørk og Helgi Justinussen. (Mynd Vagnur)

Neistamenn hava vunnið FM-heitið sjey ferðir, síðan landskappingin sá dagsins ljós í 1943. Kyndil hevur vunnið FM-heitið 30 ferðir, VÍF 21, Neistin 7, StíF 5, SÍF 1 og H71 1 ferðir. StÍF vann fyrstu trý FM-heitini í 1943, 1944 og 1945. Hjá neistamonnum skuldu ganga fyrst 23 ár og síðani aftur 22 ár, til liðið fekk handað FM-steypið. Myndin omanfyri er av neistamonnum tikin í Gundadalshøllini 24. septembur 1999. Venjari er Páll Poulsen. Góð manning, sum ætlaði at vinna FM-heitið. Hetta eydnaðist eisini, og øgiligur rómur á neistamonnum og neistaáskoðarum á vári í 2000, tá ið neistamenn vunnu FM-heitið. Heini Hanusarson og Áki Olsen gjørdust toppskjúttar hetta árið. Ja, neistamenn vunnu so aftur FM-heitið í 2008 og 2010. Nú er bara at halda góða stiman í FM-heitum. Neistamenn hava vunnið FM-heitið í 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008 og 2010. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s