Birgir Bjørnsson – tit skulu velja tykkum trægólv

Birgir var hallarvørður frá 1990 til 2003. (Mynd Vagnur)
Umframt at spæla sjálvur var Birgir eisini venjari.

Í 1990 bygdu tey nýggja tvíhøll í Haufnarfirði. Birgir Bjørnsson gjørdist hallarvørður og kom eisini sum gamal FH spælari og venjari at seta sítt fingramerki á nýggju høllina. Hann stóð stinnur, tá ið veljast skuldi gólv í høllini. – Eg vildi hava trægólv, sum gav seg á serligan hátt, og sum var gott fyri føtliðirnar hjá spælarunum. Donsk fyritøka útvegaði nýggja gólvið.

Eins og í Føroyum var hondbóltur í Íslandi uttanduraspæla til fyrstu hallirnar komu í 60-árunum. Høllin í Klaksvík kom í 1968 og høllin í Havn í 1970. Á Hafnarfirði byrjaðu tey longu at fyrireika nýggja høll fyrst í 60-árunum, men tað skuldi ganga tíggju ár til nýggja høllin varð tikin í nýtslu í 1971. Alt var sjálvboðið arbeiði, og steðgur kom fleiri ferðir í hallaræltanina. Men við nýggju høllini á Kaplakrika gekk øðrvísi, sigur Birgir.

– Tað tók bara trettan mánaðir frá tí vit settu spakan í økið á Kaplakrika 1. mars 1989 til vit spældu fyrsta dystin 1. apríl 1990. Nógv var sjálvboðið arbeiði eisini í hesi høllini. Stóra stríðsmálið var gólvið. Eg var ein av teimum, sum vildi hava trægólv. Gólvið skuldi geva seg á serliga hátt, men øll høvdu ikki somu meining sum eg.

– Eg stóð ógvuliga stinnur í gólvmálinum, og endin var, at danskir sølumenn komu til Íslands at sýna fram trægólv, sum varð brúkt í hallum í Danmark. Hetta var sokallað pakettgólv, sum eisini skuldi hava serligt undirlag. Trægólvið kom í nýggju høllina, og spælarar vóru so mikið fegnir um gólvið, at trægólv varð lagt á mestsum allar hallir í Ìslandi.

– Vit vóru so mikið góð við gólvið, at vit vaskaðu tað við hond fyrstu tvey árini. Síðani varð gólvið lættslípað og smurt við lakki enn einaferð. Gólvið í tvíhøllini er framvegis eitt frálíkt gólv. Fjórða hvørt ár verður tað smurt við lakkið, og tíggjunda hvørt ár má gólvið høvuðsumvælast. Tá skal alt lakkið slípast av gólvinum, og tað skal smyrjast av nýggjum.

– Míni ráð til Neistan er at velja trægólv. Men tá ið hetta er sagt, so krevur trægólvið góða røkt. Skal annað inn á gólvið enn ítróttaskógvar, so má leggjast á gólvið. Stórar konsertir og framsýningar mugu ikki inn í høllina uttan lagt verður á gólvið. Stóri afturvendandi trupulleikin er harpiksið, sum má brúkast við skili, sigur Birgir Bjørnsson, sum var hallarvørður í høllini hjá FH frá 1990 til 2003.

Í Føroyum eru trý sløg av gólvum. Trægólv, linoliumsgólv og tey sokallaðu grønu flótandi gólvini. Sterkasta gólvið er í høllini á Hálsi, sum hevur hildið í 40 ár. Í Vestmanna og í Hoyvíkshøllini eru trægólv. Ì Vestmanna er gólvið væl hildið, og lagt verður á gólvið, tá ið onnur tiltøk enn hondbóltur eru í høllini. Í Hoyvíkshøllini er verri statt. Gólvið er bara átta ára gamalt, og er ikki væl hildið. Her verður ikki lagt á gólvið, tá ið annað virksemið enn ítróttur er í høllini. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s