Høllin við Landavegin – hallarskapið er nú á pláss

Fólk vóru væl nøgd við skapið á høllini.

Á fundinum í ÍSF húsinum mikudagin sá fundarfólkið endaliga skapið á høllini við Landavegin. Semja var um, at høllin riggar væl, og hon fellir væl í lendið. Serligir “límtræbjálkar” koma at bera høllini. Dentur er lagdur á, at vit fáa so fáar krókar sum gjørligt, og at allir fermetrar koma til sín rætt í høllini. Høllin skal vera einfalt, men dygdin skal vera í lagi. Nógvir vóru spurningarnir á fundinum mikudagin, og ein teirra var: Hvussu við Gundadalshøllini og høllini á Hálsi, tá ið høllin við Landavegin gerst verjuleiki. Ein av treytunum í stuðlunum frá Tórshavnar kommunu er, at onnur feløg fáa venjingartímarnar, sum Neistin hevur í høllini á Hálsi. Neistin eigur triðingin í Gundadalshøllini, og har kunnu tí eingi krøv setast Neistanum. Gundadalshøllin hevur ongantíð verið inni í myndini, tá ið vit hava fyrireikað byggingini av høllini við Landavegin. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s