Svein Rógvi valdi Stjørnuna heldur enn Team Klaksvík

Svein Rógvi Nielsen er eftirspurdur venjari í Klaksvík, tí bæði Team Klaksvík og Stjørnan vildu hava hann sum venjara. Vit høvdu samrøðu við Svein Rógva fyri nøkrum vikum síðani, tá hann júst hevði gjørt avtalu við Team Klaksvík at venja mansliðið hjá felagnum. Men knappliga lósu vit á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, at nú hevði Svein Rógvi skrivað sáttmála við Stjørnuna. Vit spyrja Svein Rógva, hví hann valdi Stjørnuna og ikki  Team Klaksvík. – Eg hevði gjørt munnliga avtalu við Team Klaksvík, men so fekk eg boðið fast starv sum venjari hjá Stjørnuni. Og tá ið eg ikki tími ella orki meira at koyra langa teinin úr Klaksvík til Havnar at arbeiða, so tók eg av góða tilboðnum frá Stjørnuni. Fasta starvið umfatar allar kvinnu- og gentudeildirnar í felagnum. Eg eri høvuðsvenjari, og so verða hjálparfólk knýtt at hvørjum aldursbólki, sigur Svein Rógvi. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s