Gentur 11 ár endaðu millum átta tey bestu í Partille Cup.

Aftast frá vinstru: Elisa, Fríða, Katarina, Sólbjørt ,Drós, Jákup, Rannvá, Gunnfríð, Annika, Ingun Kristina Fremst: Sólva og Margit. Sjálvt um gentunar taptu fjórðingsfinaluna var lagið gott á Jákupi og gentunum eftir dystin

Gentur 11 ár, sum vunnu greipuna í føroysku landskappingini seinasta kappingarár, hava staðið seg væl í Partille í ár. 30 lið vóru við í kappingini í hesum aldursbólkinum og Neistin megnaði at spæla seg í fjórðingsfinalurnar og endaði sostatt millum átta tey bestu liðini í kappingini.

Genturnar vístu stórspæl á  í innleiðandi bólkinum, sum varð spældur á Ullivi  og endaðu á øðrum plássi og tryggjaðu sær pláss í áttandapartsfinalunum.

Áttanapartsfinalurnar vórðu leiktar leygarmorgunin og mótstøðuliðið var svenska liðið Ømeredes HK.

Føroysku genturnar vóru tiknar á bóli fyrstu løtuna av dystinum. tí svenska liðið vardi sera offensivt. Men skjótt høvdu geturnar hjá Jákupi Hanuson funnið loysnina og endin var, at Neistagenturnar vunnu ein trivaligan 12-4 sigur.

Leygarkvøldið var fjórðingsfinalan á skránni og hesuferð var danska liðið  Brabrand IF á skránni.

Hettar var tó ein ov stórur biti hjá gentunum.  Danska liðið vann dystin 11-6. Størsti munurin á liðunum var tað kroppsliga, danska liðið var betur fyri og møðin eftir eina harða kapping var eisini farin at merkjast hjá føroysku leikarunum.

Sum heild  ein fín kapping hjá teimun 11 ára gomlu gentunum, sum serliga hava gjørt vart við seg í Svøríki við høgum tekniskum støði og spennandi verður at fylgja liðinum komandi kappingarár, tí luttøkan í Partille Cup hevur avgjørt styrkt liðið.

Tekstur og myndir: Ragnar Jacobsen

Sí eisini myndir  frá Partille Cup

2 thoughts on “Gentur 11 ár endaðu millum átta tey bestu í Partille Cup.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s