Partille cup 2010 – 3681 dystir spældir og 85257 mál skotin

Stundir vóru eisini til annað skemtiligt enn hondbóltsspæl. (Mynd Helena Dam)

Partille cup kappingin í Svøríki er av, og føroyska ferðalagið er ávegis aftur til Føroya. Fólk eru ógvuliga væl nøgd við ferðina, og hæddarpunktið var sunnudagin seinnapartin, tá ið spælarar og foreldur stuðlaðu gentum 14 ár í finaludystinum. Tað var sum at vera til finaludyst í bestu deildum í Føroyum. Átjan finalur í níggju aldursbólkum fyri dreingir og gentur vórðu spældar sunnudagin í tveimum hallum, og 27 ymisk feløg vóru millum tey 36 finaluliðini. Svøríki vann tíggju finalur, Norra tvær, Egyptaland tvær, Danmark tvær, Týskland eina og Føroyar eina finalu. Lið úr India, Nigeria og Fraklandi vóru eisini í finaluni, men taptu finaludystirnar. Fyrireikararnir rokna við, at nú ganga ikki nógv ár, til mál nummar 100.000 verður skotið í Partille cup, sum verður longu aftur næsta ár. Neistagenturnar, sum vunnu finaludystin ímóti donskum liði, vóru við í Partille cup í 2008, 2009 og nú í 2010. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s