Høllin við Landavegin – arkitektarnir fara nú til verka

Mayfinn Norðoy, arkitektur og Kári Dal Christiansen, byggifrøðingur. (Mynd Vagnur)

Hallarbólkur Neistans hevur í dag gjørt sáttmála við arkitektafyritøkuna Kontrast við Mayfinni Norðoy, arkitekti og Kára Dal Christiansen, byggifrøðingi um at gera lidnar tekningar o.a, so útvegast kann endaligt byggiloyvi. Eisini skal gerast útbjóðingartilfar, sum kann bjóðast út til byggifyritøkur fyrst í novembur mánað. Tað fyrsta, sum hendir, er, at skitsur verður gjørdar av útsjóndini av høllini, innrætting, stødd av hølum, og hvat tilfar skal brúkast til høllina. Hallarbólkurin hevur í nakrar mánaðir verið í bíðistøðu, tí alt var ikki avgreitt við Tórshavnar kommunu. Á býráðsfundinum seinasta hósdag kom alt hetta á pláss. Miðskeiðis í august mánað er ætlanin at skipa fyri limafundi í Neistanum, har neistafólk kunnu síggja tekningarnar. Tað er so umráðandi, at tey, sum skulu brúka høllina, eru nøgd, ja, og at nýggja høllin hevur teir hentleikar, sum ein nútímans høll skal hava. Økið við Landavegin er gjørt byggiklárt. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s