Partille fyrireiking – neistaspælarar venja uttandura

Sjálvt um tað er hásummar, so er stórt virksemi millum ungu spælararnar í Neistanum. Kappingin í Svøríki verður spæld á graslíki, so nú skulu ungu talentini venja seg við nýggja undurlagið. Eisini skulu børnini venja seg við at spæla hondbólt í gaggum. Neistaliðini hava fleiri ferðir verið uppi við skúlan á Løgmannabreyt og vant, og har eru umstøðurar at spæla hondbólt góðar. Hósdagin vóru tað tey 9 til 13 ára gomlu, sum spældu ímóti hvørjum øðrum. Gentur móti dreingjum, og tey 9 ára gomlu móti teimun 13 ára gomlu. Øll hugnaðu sær, og stuttligt var at síggja, hvussu hugagóð børnini og venjararnir vóru. Um tríggjar vikur verður farið til kappingina í Svøríki, og væntandi vera fleiri venjingar á graslíkisvøllinum við skúlan á Løgmannabreyt. Ragnar A. Jacobsen tók myndirnar. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s