Hóast stóra umvæling verður høllin á Hálsi ikki stongd

Dánjal Samuelsen hevur í seks ár arbeitt í høllini á Hálsi. (Mynd Vagnur)

Dánjal Samuelsen er leiðari í høllini á Hálsi, Tórsbreyt, Badmintonhøllini, Hoyvíkshøllini og nýggju fimleikahøllini Fimi í Gundadali. Umframt Dánjal eru aðrir tríggir hallarvørðar. Vit hava spurt Dánjal, hvussu verður við venjing og dystum, nú umfatandi umvæling skal fara fram í høllini á Hálsi. Til hetta sigur Dánjal.

– Umvælingin, sum umfatar fýra nýggj skiftingarrúm, betri vs-umstøður og nýggj dómararúm, kemur at kosta 7,4 milliónir. Tórshavnar kommuna hevur júst samtykt, at  arbeiðið nú skal bjóðast út.

– Sjálvandi spyrja fólk, um høllin kann brúkast, tá ið alt virksemið eystureftir skal umvælast. Har eru jú skiftingarrúmini. Høllin verður ikki stongt í umvælingartíðini, tí leys skiftingarrúm verða leigað óivað úr Danmark til endamálið. Vónandi verður arbeiðið gjørt í vetur. Og hetta er bara fyrsta byggistig í høllini, tí takið og gólvið skulu eisini skiftast, men tað verður ikki í hesum umfarinum, sigur Dánjal.

Tórshavnar kommuna hevur eisini samtykt at brúka 4,5 milliónir til útbygging av Hoyvíkshøllini. Vit spyrja Dánjal, hvat útbyggingin umfatar.

– Í Hoyvíkshøllini verður bygt uppí oman ímóti parkeringsplássinum, og har verður í framtíðini høvuðsinngongdin. Núverandi tvey skiftingarúmini eru ógvuliga smá, og nú fær høllin tvey skiftingarrúm aftrat. Nýggi bygningurin omaneftir er í tveimum hæddum, men ovara hæddin verður ikki innrættað beinanvegin.

– Fólk spyrja óivað, um Hoyvíkshøllin fær fleiri áskoðarapláss, men tað fær høllin ikki í fyrsta umfari. Tá ið nýggj skiftingarrúm verða gjørd við umbyggingini, er møguleiki seinni at fáa høllini fleiri áskoðarapláss á vestaru síðu, har skiftingarrúmini nú eru, sigur hallarleiðari Dánjal Samuelsen at enda.

Dánjal er ógvuliga fegin um, at umstøðurnar gerast betur bæði í høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini. Stórur eftirspurningur er eftir tímum í báðum hallunum. Eisini er stórur áhugi at sleppa at fyriskipa tiltøk í høllini á Hálsi. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s